13.2.14

Móðurmálskærleiki politikarans


Her sæst eitt púra ópolitiskt bókstavarað til øll at brúka uttan kostnað, hóast tað er sett á prent av einum kendum peningastovni. Ikki bara peningalig, men eisini politisk sjónarmið hanga uppi við, tá vit tosa um bókstavir. Summi góð, summi ring. Tí hava vit lukkutíð løgtingsval fjórða hvørt á.

Ungdómstingið skapti fyrr í vikuni nýyrðið móðurmálskærleiki. Tað var, tá átta næmingar úr níggjunda flokki í Venjingarskúlanum skutu upp í Løgtinginum, at móðurmálskærleiki verður settur inn í grein eitt í lóg um fólkaskúla, soleiðis:
“Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, fólkaræði og móðurmálskærleika.”
Dagin eftir kollveltandi kærleiksuppskotið frá uppfinnsama ungdóminum, hevur ein valdur politikkari úr kjøti og blóði verið í skúla og gjørt málsligar førleikakanningar.

Við framsøgumanninum Henrik Old kann Javnaðarflokkurin á tingi nú staðfesta, at í skúlanum er føroyskt ov trongt, og at føroyskt í skúlanum ikki røkkur. Hetta gongur fram í uppskoti, sum er dagfest 12. februar 2014. Kanningarnar í føroyska skúlaverkinum koma til hesar niðurstøður:
“Føroyskt er ov trongt. Føroyskt røkkur ikki. Í roknitímanum má næmingurin fara út um føroyskt. Tað má hann eisini, tá hann hevur alis- ella evnafrøði. Og tá hann hevur tónleik. Og tá hann leitar á netinum.”
Við sama framsøgumanni kunngerð Javnaðarflokkurin á tingi eisini eitt málpolitiskt grundstøði. Málpolitiska sannkenningin floksins vendir sær bæði aftureftir og frameftir, tá sagt verður: 
“Eitt gamalt málpolitiskt stevnumið er, at føroyskt skal eiga pláss á øllum rókum. Við málpolitisku kósini, sum meirilutin í Málráðnum mælir til, verður farið øvuta vegin - vit taka føroyskt av fleiri rókum.”
Framsøgumaður Javnaðarfloksins í hesum máli heldur, at tað er stavraðið, alfabetið, sum er ein trongi í gerandisviðurskiftum, ið letur aftur hurðina til vitan og lærdóm. 

Tí kemur Javnaðarumboðið á tingi til ta niðurstøðu, at fyrr kunngjørda tilmælið frá Málráðnum um bókstavarað skal ikki fylgjast. Korta nei. Løgtingið skal seta Málráðið til viks. Eitt nýtt føroyskt stavrað skal samtykkjast við lóg. 

Eisini skal ein stavsetingarorðabók, sum fólk er sett í starv til at gera undir Málráðnum, gerast av nýggjum eftir politiska bókstavaraðnum, sum nú verður ásett í Løgtingslóg.

Ungdómarnir, sum fyrr í vikuni høvdu fostrað nýyrði móðurmálskærleiki í sama Løgtingsali, vóru kanska kveiktir av punkbólkinum 200, sum syngja Við LOVE skal land byggjast. Ungdómarnir úr Venjingarskúlanum grundgóvu soleiðis fyri uppskotinum at seta orðið móðurlandskærleiki inn í fyrstu lógargrein fólkaskúlans:

“Vit ynskja, at ungdómurin er meira tilvitaður um tað føroyska málið. Vit vilja hava, at børn og ung vaksa upp í einum føroyskum umhvørvi, har tey eru tilvitað um, hvussu lítið tað føroyska málið er. Okkara grundgeving fyri at gera hetta uppskot er, at varðveita okkara føroyska móðurmál, ið ikki sæst serliga væl í ungdóminum. Hetta uppskot fer at gera tað so, at Føroyar verður eitt føroyskari samfelag, og at børn og ung í fólkaskúlanum tosa meira føroyskt, tí tey verða noydd at hava tað í skúlanum. Man hoyrir nógv eingilskt í málinum hjá teimum ungu, so vónandi fer hettar at gera tað, at unga fólkið fer at tosa nógv meir føroyskt. Hetta uppskot verður ein góð íløga fyri føroyska samfelagið, tí hettar ber við sær, at rithøvundar og týðarar fáa meira at arbeiða við, og at tað verða fleiri føroyskar bøkur, ið kunnu geva okkum kunning um alheims vitan.”