16.2.14

Sunnudagur á Syðradalsvegnum


Einki er sum Syðradalsvegurin. Har er útsýni ikki bara út á Koltur og til Vágar, men eisini vestur í hav og upp í loft, har ljósið livir, brýtur sær veg gjøgnum skýggj og rakar sjógvin, havspegilin, og kastar so alt upp í loft av nýggjum. Og so kemur eitt stroyggj, ið dregur fyri og eitt lot, sum turkar alt burtur til nýggjan leik á vágni.


Hóast eg einki tjaldur sá, so sá eg nógvan seyð og nógvar gæs. Seyðurin heldir seg til vegin og kennir bilar, motorljóð og lit, allarhelst tí at bóndin fóðrar úr bilinum.



Seyðurin er sannførdur um, at eg eri ikki bóndin í bóndabilinum. Tað sært tú í andlitsmyndini omanfyri. Eftir at hava poserað við Kolturi í baksýni eina løtu, kemur rætti fóðurbilurin. Seyðurin tyrpist um trogið og hin morreyði til høgru, niðanfyri, letur renna á bøin.


Og yvir øllum er luftin blá. Eisini ein sunnudag á Syðradalsvegnum í februar.