19.2.14

Tá fólkaræði riggar!



"Hetta er fólkaræði í funksjón," hugsaði eg í gjár um nátturátíð. Tøkk fái fyrst beinleiðis Tingvarpið, síðani meistarligi Jan Lamhauge í Degi & Viku og síðani frítt florerandi viðmerkingar frá navnsnevndum føroyingum á netinum um, at landstýrismaðurin við mentamálum umboðaði betong og at hann hevði verið til sandblásingar á Læraraskúlanum. Ein almenn perlurekkja, sum hvør á sín hátt lýsir áhugapartarnar í hesum evarska lítla, men uppblásta kjaki um stavrað, sum uppskotsstillarin at enda avdúkaði, hevði til endamáls at banna atlasinum hjá Námi. Fyrst upplivdu vit fyri opnum skýggja í Tingvarpinum tríggjar mytomanar, sum liva í teirra egna søguliga mýrulendi á tingi, Kára P. Højgaard, Hendrik Old og Bjarna Djurholm. Teir hava eins og øll onnur á tingi eitt gildugt mandat. Men hesir tríggir løgtingslimir tosa ikki bara beint í kamera hjá Tingvarpinum, men eisini beint ímóti betrivitandi. Teirra tos fer fram, uttan at nøkur redaksjonell hond ella ætlan er í samskiftinum við veljaran og hyggjaran úti um landið. Óbundnir velja tinglimirnir sjálvir orð og tosingarlag at sannføra tingsalin, ið sum frá leið tømdist, tí øll leiddust við showið. Síðani byrjar Dagur & Vika, har Jan Lamhauge uttan fordekt ørindi tendrar okkara almenna kamera, sum var tað cinema verité, og avdúkar totala innihaldsloysið í sjálvum uppskotinum hjá uppskotsstillaranum, Hendrik Old. Aftaná tapta dystin eru tað tilkomnir menn, allir lærarar og knýttir at Javnaðarflokkinum, ið eins og danski fólkatingslimurin í 19. øld, segði um fakta, at er hetta fakta, so benokti eg fakta. Teir velja av fríum vilja at kalla skilabesta fyrisitaran í hesum máli, Bjørn Kalsø, fyri sandblástan betongblandara. Tann totala arrogansan í baklandinum hjá uppskotsstillaranum er nektað fyri almenninginum og behøvizt onga viðmerking. Í dag er gott at liva í Føroyum, tí hesin lítli glotti fekk meg aftur at trúgva á fólkaræði. Men bíða nú, hetta var bara eitt evarska lítið mál, sum eg sjálvur hevði so ovurhonds stóran áhuga í. Hvussu við øllum stórmálum, sum eg ongan áhuga havi í og sum aldri verða tikin uppá tungu í almenninginum, og eins lítið endavend og kannað til botns í miðlunum? Nei, eg bara spyrji. Og so leingi sum spyrst, so livst. Eftir stendur, at í gjár seinrapartin og út til nátturða, tá riggaði fólkaræði í Føroyum.