Skip to main content

Vártekn


Kanska var tað eitt tekin um vár, eitt vártekn, at proof prentið av Føroyakortinum í dag kom fram eftir tíggju døgum við kurérposti úr London. Um eina viku, leygardagin 22. februar, er 150 ára dagur Jakob Jakobsens (1864-1918) og dagin fyri er móðurmálsdagur í øllum heiminum.


Klassisku portrettmyndina við signaturi tók fotografurin Hilmar Crone (1854-1923) í fotohandlinum Pacht & Crone í Admiralgade 28 í Keypmannahavn. Eins og Pacht & Crone hoyra saman, so hoyra mál og lond saman í allari verðini. Málstrev og landakort ikki minni.


Enn eitt vártekn er at lesa Árna Dahl, sum júst hevur fingið Heiðursgávu Landsins. Omanfyri er hann avmyndaður framman fyri Føroya Skúlabókagrunni á Lützenstrøð í Havn, tá hann bleiv stýrisformaður í grunninum í januar 2006. Í nýkomnu bókini Brøv frá Jákupi Jakobsen, doktara (Fannir 2014) endurgevur Árni úr brævaskifti millum Jákup Jakobsen og systrina Sigrið. Evnið í brøvunum er Generalstaben, sum varð farin at gera Føroyakort og rímiligvís leitar sær hjálp hjá doktaranum í málfrøði, Jákupi Jakobsen, tá knortlutu nøvnini á fremmanda kortinum skulu týðast til munnbært danskt, so til ber at lesa kortini og geva teimum eina funksjonella útbreiðslu. Men ein ganska almindeligan mikudag fyri 98 árum síðani, tann 16. februar í 1916, skrivar Jákup til systur sína, Sigrið, sum búði í Havn:
“Ein lítil kreppa hevur stungið seg upp ímillum meg og staðarlýsingardeildina hjá heryvirstjórnini – kortdeildina. Tey ætla at gera eitt stórt veggjarkort yvir Føroyar, og tey vildu hava meg at geva nøvnunum danskan dám, partvíst týða tey, tað er: har, sum donsk og føroysk orð og nøvn eru lík, har skuldi týðast o.s.fr. Eftirsum eg ikki vildi leggja navn til sovorðið krutl, sendi eg teimum alt aftur og segði, at eg ikki vildi hava nakað við tílíkt arbeiði at gera. Málsliga hevði einki skil verið á tí. Tað, ið um ræður, er, at heryvirstjórnin í einum sovorðnum korti vil leggja dent á, at Føroyar eru eitt danskt amt.”
Leygardagin 1. apríl í 1916 skrivar Jákup Jakobsen aftur til systrina í Havn:
“Leiðarin í staðarlýsingardeildini í heryvirstjórnini hevur læst seg fastan í, at verða nøvnini á einum Føroyakorti varðveitt í føroyska líki sínum – verða tey ikki danskað – er tað at stuðla loysingarrørsluni í Føroyum. Tað ber als ikki til at tingast, tá ið ein sovorðin áskoðan er grundarlagið....Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, um heryvirstjórnin hevur vent sær til nakran í Føroyum um hjálp – t.d. amtmannin sum ovasta myndugleika – og um nakar er haruppi, sum vil hjálpa teimum.”
Um tvey ár eru hundrað ár síðani hetta brævaskiftið fór fram. Enn er tekning av Føroyum ikki yvirtikið mál. Hóast hetta hevur Føroya Dátusavn saman við Námi teknað eitt Føroyakort, sum vónandi verður sett á hvønn stovuvegg í landinum. Flaggdagin fæst tað runt um í landinum.