Skip to main content

Norðurlandadagur


Í dag er Norðurlandadagur, ið er ársdagurin fyri Helsingforssáttmálan, sum í 1962 setti karmarnar um Norðurlandaráðið. Omanfyri er Anette Kreuger í kovboybuksum og rullukragatroyggju, júst so sum eg avmyndað hana á Idöborg í Stockholmska skergarðinum í 1990. Flaggið gjørdi hon í einum arbeiðsbólki, sum skuldi lýsa Norðurlond í framtíðini. Tann verkætlanin er langt síðani vorðin fortíð. Niðanfyri sæst David Reid, sum eg avmyndaði í Vágsbotni á sumri í 2008 við orknoyska flagginum umborða á seglbátinum Capella Endavour. Og so ynski eg Norrøna Felagnum ein góðan aðalfund, sum er í Norðurlandahúsinum í dag, norðurlandadagin.