Skip to main content

Útferð í tí norrøna


Seinastu frídagar í hesum innvinningarárinum verða brúktir í marsmjørkanum í Keypmannahavn. Gjøgnum felagsskapin Hay4You hava vit leigað eina íbúð við Forum og gamla Útvarpshúsið á Rosenørns allé á Frederiksberg.


Her er ein yrkjari í grannalagnum, sum skrivar seg din ven teo P. Við skiftandi hepni setur hann fyndorð, aforismur, á steyrar og trø. Hesi knekkbrotnu hittinorð stóðu at lesa við dyrnar í morgun.


Sum ektaðir føroyingar, leita vit fyrst eftir øðrum føroyingum, og hvør veit, um ikki ein framsýning eisini er í fremmanda staðnum við ektaðum Færøkunst. Jú, tað eydnast lutvíst í Rundatorni, har norðurlendski listafólkafelagsskapurin Den Gyldne, sum hevur hildið saman í 22 ár, sýnir fram undir heitinum Den gyldne orgeltone i nordisk kunst. Í snøggu framsýningarskránni skrivar Inger Smærup Sørensen, sum hevur skipað framsýningina, at "Det er svært at tale om det særegne nordiske uden at inddrage eksotiske og romantiske forestillinger af tvivlsom karakter. Det vrimler med klicheer."

Hans Krull var tó eitt stig hægri enn føroyski dansurin á arktiska klichéhválvinum við hesum málningi, sum við fruktbarum sólseturslitum velur at lýsa luft- og sjóverju, sum åh so altmodisch pløga aldurnar, har kalda kríggið einaferð segðist vera.


Men prentini hjá 80 ára gomlu Anette Holdensen vóru stak spennandi, eins og tey hjá Bjarne Werner Sørensen, sum vit kenna so væl úr Steinprenti, og sum høvdu fingið heiðursplássið, tá tú kemur inn í framsýningina.



Sleppa vit, sum Inger sigur, undan teim ringastu klicheeunum, serliga nú alt norðurlendskt er blivið eitt cool brand uttan autenticitet, bara tí tað í sjálvum sær er norðurlendskt og einki annað, so er granskingarøkið hjá hesum átjan listafólkunum enn áhugavert og framhaldandi prísverdugt. Kanska er ein gyltur urgutóni í norrønari list.


Hægsta karat av autenticiteti, sum syngur í betong og verkstaðarsliti, heldur enn vælstemtari kirkjuurgu, finni eg á Halmtorvinum í Kjøtbýnum. Hesin slitni og ivasami verkamannavøllur er endurreistur. Sumt heldur fram akkurát sum tað var, meðan nýtt virksemi flytur inn eitt nú hjá Bosch.


Her er inngongdin til matstovuna Paté Paté, sum er mitt í Kjøtbýnum.



Kanska gekk Tove Ditlevsen framvið her ein dag í mars og skrivaði fyndorð um tey ævigu trí, sum kanska, kanska ikki, møttust hundrað ár við síðuna av okkara tíðarrokning, ella var hon kanska einaferð inni í eini av íbúðunum, sum enn síggjast órørdar úr Boschvindeyganum hjá Paté Paté?


Her møtast autentiskir mótsetningar, slitnir á staðnum. Ein skjótihurð og stólar, sum allir eru ymiskir.


Úr inngongdini sæst inn í matstovuna og ervaljósið, natúrligt og elektriskt, spælir sær á hálvvegginum við spennandi prentum.

Ein tvørgongd er millum matstovuna, køkin og vesini. Eisini her sæst royndin at halda verksmiðjuautenticitetin intaktan og brúkiligan til matstovuendamál, sum myndugleikarnir kunnu góðkenna.



Hinumegin er gamla familjufyritøkan Jacob Kongsbak Lassen, sum byrjaði virksemi í 1883 og eftir fimm ættarlið enn er frammi og í dag telist millum elstu fiskasølur í Danmark. Her eru ísur og fiskakassar at síggja í skotunum og hvitu vøruvognarnir standa klárir at koyra fisk í handlarnar og til hotell og matstovur í býnum. Hugvekjandi, at hetta handaliga og aldargamla virksemi enn er burðardygt og kann forrenta seg millum modernaðar matstovur og tjekkaðar studentaskúlanæmingar á Rysensteen gymnasium. 

Við hesum útsýni hevur Claus Mikkelsen stovnað skrivstovufelagsskapin og iverksetarahúsið SOHO.

SOHO verður lýst sum eitt kontórhotell mitt í Kjøtbýnum. Her eru 350 arbeiðsborð í egnum afturlatnum, ella púra opnum skrivstovuumhvørvi. Fermetrarnir eru 6000 og her er móttøka og øll hugsandi útgerð til at halda fund og ráðstevnu.

Tá hurðin í Kjøtbýnum er latin aftur, er tað sum at ganga inni í Bacalao, Saltsøluni og Fiskasentralinum. Bara uttan luktin. Men hvíti og blái liturin gongur aftur.

Móttøkan er grøn um allan veggin og mitt fyri er eitt akvarium við livandi fiskum. Aftanfyri er móttøkan og til høgru, undir útstappaða dýrnum, er ein sofa við skinni. Hóast sterilt og funksjonelt er autenticiteturin í hásæti.

Á aðru hædd eru fartelefonir settar á alla veggin. Tær sleppa at gera áskriftina What A Waste.


Eftir rundferð í miðbýarhjartanum, fara vit út í Hareskoven at heinta grannkongul, sum orðabókin týður grankogle. Gongst eftir ætlan verða onkrir av hesum konglum at síggja í næstu jólabókini hjá Bo Bedre, sum við evstamarki um ein góðan mánað, fer at lýsa norrøn jól og føroyskan køkubakstur.


Kveikt av túgvum í føroyska landslagnum hevur Elisabeth úr donskum pudemose gjørt henda kransin, sum ikki bara er til brúk í advent, men eisini er heilárskransur, at seta leykir í. Tá konglarnir omanfyri eru turkaðir í stovuhita leggja teir seg út, sum sæst á myndini niðanfyri.

Norrøna útferðardagin enda vit í Føroyahúsinum, har Jógvan serverar eina nýbryggjaða várbjór frá Okkara. Og ikki er tað frítt at ein norrønur urgutóni hongur uppi við bæði høli og smakki. Takk fyri í dag!