Skip to main content

Bókauppsetarar heiðraðir


Í dag skrivar Hugin Eide úr Pyongyang í Norðurkorea, at kl 13:00 verða tríggjar bringumyndir (bustur) av fyrrverandi bókauppsetarum avdúkaðar á Býarbókasavninum í Havn, sum fyllir 45 ár.

Sagt verður úr Pyongyang, t.e. av Flatlandi, at tað er býarbókavørðurin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, ið hevur tikið stig til hesa heiðran av bókauppsetarunum. "Býarbókasavnið hevði sína bestu tíð fyrst í 80'unum, og tað er ikki minst hesum trimum bókauppsetarum fyri at takka. Bøkurnar hava ongantíð staðið so pent á hillunum sum tá," sigur býarbókavørðurin.

"Hetta er størsta viðurkenningin av mínum mentunarliga arbeiði, eg higartil havi fingið," sigur formaður í BUFF (Bókauppsetarafelag Føroya), Birgir Kruse, sum sjálvur er ein av teimum trimum, ið verða heiðraðir. "Tíðin sum bókauppsetari hevur havt avgerandi týdning fyri mítt lív. Til dømis var tað á Býarbókasavninum at eg lærdi alfabetið. Eg helt tó lítið um, at har vóru fremmandir bóxtavir í alfabetinum, og tí havi eg nú fingið mær eitt starv, har eg havi makt til at beina fyri teimum með alla."

"Tað var á Býarbókasavninum, at mín karriera byrjaði," sigur søgufrøïngurin og sjónvarpsmaðurin Ivan Hentze Niclasen, ið er annar av heiðraðu bókauppsetarunum. "Seinni gjørdist eg BANDuppsetari í bandasavninum í Sjónvarpi Føroya, og ... ja, restin er søga. Sjónvarpið slapp ongantíð av við meg aftur."

Tað hevur tíverri ikki borið til at fáa orðið á triðja bókauppsetaran. Hann sigst hava gloymt seg heilt burturi í einum ævigum ludo-spæli, har hann til fánýtis roynir og roynir at fáa globus.


(Hugin Eide við Pollarafrunti í Pyongyang 1.4.2014)