17.4.14

Føroyakortið á flaggdegnum

Jógvan Tausen, sonur Magnus, kannar farleiðina til Viðareiðis, nú páskirnar stunda til, og tey fara norðureftir (Foto: Magnus Tausen)

Flaggdagin 25. apríl verður nýggja føroyakortið sett til sølu í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn og øðrum bókahandlum úti um landið.

Føroyakortið er plastað, so tað tolur nógv slit, bæði í skúla og barnagørðum. Kortið kann brúkast sum dúkur og undirlag, og skrivast kann á tað við tusji, sum kann vaskast av aftur.

Tað er fyrstu ferð at eitt føroyakort til skúlabrúks er teknað í hesi stødd. Føroya Dátusavn hevur saman við Námi ment kortið, sum mátar 80 x 120 cm og hevur fleiri enn 1700 nøvn. Øll nøvnini kunnu leitast fram á nýstovnaðu GIS-heimasíðuni.


Tá fyrra atlasið kom út í 1993 teknaði Ingi Joensen yvirlitskort og bygdi modell av havbotninum kring Føroyar.

„Nú kann skúlaverkið brúka nýggja føroyakortið, sum við altjóða litum er bygt upp í 63 løgum og hevur eina rúgvu av upplýsingum,“ sigur Klæmint Weihe, stjóri í Føroya Dátusavni.

"Staðarnøvnini á føroyakortunum ganga í flestum førum aftur til arbeiðið, sum Generalstaburin gjørdi í 1890’unum,“ sigur Eivind Weyhe, sum er formaður í Staðarnavnanevdini, ið hevur góðkent  tey fleiri enn 1700 staðarnøvnini á kortinum. “Tey vóru ikki altíð so stinn í føroyskum, og tí eru villur íkomnar, sum hava verið standandi á kortum líka síðan, og sum tað kann vera ringt at sleppa av aftur við. Til dømis hava Ókyrrumúli og Stattirnir staðið sum nøvn í Lítlu Dímun í eini hundrað ár, men eru nú rættað til Oyggjarmúli og Støddanev, sum eru teir rættu navnaformarnir. Tí er ofta neyðugt at fara afturum aftur og hyggja kritiskt at nøvnunum,“ sigur Eivind Weyhe.

„Føroyakortið er vorðið til, tí tað hevur verið ein fullkomin samanrenning millum tey røttu fólkini ta røttu løtuna,“ sigur Magnus Tausen, ið er stjóri í Námi og fegnast um samstarvið kring kortið.

„Føroyakortið skal vera so vakurt, at tað kann hanga í hvørjari stovu í landinum, og so skal prísurin eisini vera til at gjalda hjá øllum,“ sigur Magnus um málsetningin hjá Námi og øllum, ið hava samstarvið um kortið.

„Eg haldi, at tað hevur eydnast okkum. Harafturat skal kortið styrkja kunnleikan hjá øllum føroyingum um oyggjarnar og knýta okkum saman,“ sigur Magnus Tausen og upplýsir, at føroyakortið fer at kosta 375 krónur, nú tað verður sett til sølu flaggdagin.

Føroyakortið verður í nýggja heimsatlasinum, sum eisini fer at hava sín egna undirvísingarheim á skúlaportalinum Snar.