19.4.14

Fyrsta grasið sligið


Hóast kulda í luftini er várið altíð komið, tá sláimaskinan hjá Gutta hoyrist í Tórsbyrgi. Í ár hoyrdist maskinan nakað fyrr enn undanfarin ár.


Flestu ár hevur fyrsta grasið verið sligið uppá dagin 29. apríl, okkurt árið eina viku seinni, men ongantíð so tíðliga, sum í ár. Hondamaskinan er nýggj, startar sum klokkan og koyrir skjótari enn hin gamla, ið ikki orkaði meir.


Og so eru stundir til at rinda møðina, festa í eina sigarett og fáa eitt gott prát á trænum. Takk fyri avrikið og angan av nýslignum grasi, Gutti!