24.4.14

Hetta er nakað vit kenna frá fiksjón


Hoyrdi ein áhugaverdan setning í Útvarpinum í morgun. Tað var Ingrid Bjarnastein, forkvinna í Felagnum Føroysk Miðlafólk, einasta kvinna omanfyri, sum segði "Hetta er nakað vit kenna frá fiksjón!". Orðini fullu í pressutáttinum hjá Onnu Ellingsgaard í morgun, har kjakast varð um sensasjónsjournalistikk í sambandi við at leitað varð eftir einum horvnum manni í bili fyri stuttum. Júst hetta orð, fiksjón, er tað, ið eg aldri vil hoyra ella síggja í sambandi við fakta og tíðindi í útvarpi ella sjónvarpi. Ikki tí, sá stuttligasta dømi um hetta sama bland í sjónvarpssendingini Gylta gullið, har filmað varð niður á eina skipsgron og brimið stóð so hart á kjaftin, at eg onga løtu ivaðist í, at skipið gekk burtur. Men á ljóðsíðuni hoyrdi eg hin indisligasta klavertónleik, sum longu var hálvvegis til himmals. Skal nøkur semja og harvið trúvirði verða um tíðindi, so skulu journalistar duga betur at skilja í millum, nær teir fara í biograf at verða undirhildnir og forførdir við filmiskum frásøgusnildum, og tá somu journalistar fara til arbeiðis at siga okkum frá um staðfestar hendingar, sum veruliga hendu, ella henda beint nú, úti í okkara egna samfelag. Fakta við journalistiskum amboðum í tíðindum, fiksjón við fylgispæli og leflandi frásøgusnildum í filmi. Soleiðis eigur tað at vera. Annars er eingin orsøk hjá mær at fara í biograf, um eg longu upplivi hann, biografin, í Degi & Viku. Annars var nevndin í felagnum Føroysk Miðalfólk eftirlýst í somu sending. - Hví hoyrast tit ikki í hesum og líknandi málum, spurdi útvarpsverturin. Ein beinrakin spurningur og vónandi upplegg til framhaldandi dialog.