Skip to main content

Ja, vi elsker í Cannes


Norski stuttfilmurin hjá Hallvar Witzø (f.1984) Ja, vi elsker, sum varir 15 minuttir, er við í almennu kappingarskránni The 2014 Short Films Competition, sum júst er kunngjørd. Í ár komu 3.450 stuttfilmar úr 128 londum inn til kappingina, har níggju filmar sluppu við í endaumfarið, har ein vinnur Stuttfilmspálmirnar, Short Film Palme d’or. Umframt norska filmin er fyri fyrstu ferð ein filmur úr Georgia og ein filmur úr Aserbadjan sloppin við. Formaður í stuttfilmsnevndini í Cannes er Abbas Kiarostami, sum fer at kunngerða vinnaran 24. mai. Í 2012 var stuttsøgufilmurin Tuba Atlantic (Hallvar Witzø, Noreg 2010, 25 min) við í Oscarkappingini um heimsins besta stuttfilm.