23.4.14

Mentan og list kunnu læra nógv av ítróttini í Kringvarpinum


Beinta Løwe, omanfyri, stýrdi í gjár kjakinum eftir Dag og Viku millum Barbaru Samuelsen, deildarleiðara við ábyrgd fyri mentan í Kringvarpinum, og meg sjálvan, við støði í einum bloggi, ið fanst at mentanardekninginum í Kringvarpinum.

Hugsa vit um skyldur í almannamiðilinum, so lesa vit í fyrsta setning í Lóg um Kringvarp, soleiðis: “Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald.” (Grein 10). Kringvarpstýrið, sum skal hava mentanarligt innlit (grein 4 stk 4 um Kringvarp), hevur ovastu ábyrgd av hesum.

Fyrsti setningur í public service sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, sum nú er farin úr gildi, segði soleiðis: “Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan.” “Føroya fremsti og týdningarmiklasti mentanarstovnur” varð eisini sagt í sáttmálanum og henda vending, hevur eisni verið brúkt í starvslýsingum.

Hinvegin kann eisini sigast, at mentanin eftir øllum sólarmerkjum er eitt minniment býtisbarn í øllum tankum og ætlanum, sum er festar á blað um hetta brúnasíða og ikki sørt sjálvhátíðraliga evni í almennum kringvarpshøpi.

Áðurnevndi kringvarpssáttmáli nevndi mentan 51 ferðir, meðan ítróttin, sum er við sítt fríska lív, bara verður nevnd 4 ferðir. Undir yvirskriftini Stimbra mentan og skapanarevni (4.3) verður sagt at: "Kringvarp Føroya skal leggja dent á at vera í fremstu røð at miðla mentan, list og mentanararv. Kringvarp Føroya skal ríka føroyskt mentanarlív við at gera sendingar, ið eru nýskapandi, avbjóðandi og elva til kjak."

So mikið av sitatum um metan og list úr fílabeinstorninum um almannamiðilin, har privatir aktørar eisini eru. Nú fara vit til privatkapitalistiska Havnar Bio. Í almennari lóg, sum sama Mentamálaráð hevur orðað og sett í gildi, tað er Lóg um biograf, verður í grein 5 sagt, at: "Loyvishavarin (leiðarin) skal persónliga reka biografin og hevur listarligu ábyrgdina. Hann hevur skyldu til at ansa eftir, at vístir verða filmar, sum hava mest listarligt og mentunarligt virði."

Spurningurin er so, um almennamiðilin fyri 60 mió krónur úr okkara lummum kann liva upp til tey somu krøv, sum verða sett skrantandi privatkapitalistiska biografinum. Heldur loyvishavarin seg ikki til ásetingarnar um list, so missir hann loyvi at reka biograf. Punktum.

Spurningurin er, hvør skal fara eftir almannavarpinum, um tey pávísiligani ikki halda tað lóg, sum orða og lýst er uppi og niðri. Tað er í hvussu er ikki aktuellur samgongupolitikkur at fara so einoygt eftir privatkapitalistiska fyritakseminum og friðhalga almannavarpið - just sayin'.

Ella er mentan kanska bara er ein innantómur floskul og hjáputur í knappaholinum hjá forfengiligum politikarum? Og sætt at siga, so er vendingin innantómur floskul ein nógv brúkt vending á hesum bloggi, tá mentan og list verður havd á lofti í almenna rúminum.

Tá hin skilagóða Beint Løwe stýrdi kjakinum um hetta evni í sjónvarpinum í gjárkvøldið, legði hon fyri við at spyrja, hvat tað heilt ítøkiliga var, ið eg eftirlýsti. - Jú, tað var eina afturvendandi mentanarlig redaksjón, sum hoyrist í útvarp og sæst í sjónvarpi hvørja viku. Tað er tað eg eftirlýsi.

Víðari spurdi Beinta um, hvat lá í vendingini skreytsendingar. Svarið var, at mentanarliga arbeiði skal síggjast og hoyrast aftur sum ein javnur steymur, eitt flow úr Kringvarpinum, og ikki bara sum høgtíðarsendingar ella 50-ára staðfestingar, sum við bravour vórðu á skránni við Stanley kvøldið fyri, men eitt javnt flow av journalistiskt viðgjørdum mentanartilfari, hvørja viku. Tað bar til fyrr, og tað ber til enn. Men eg hoyri tað ikki og síggi tað ikki aðrastaðni enn í einmanssendingini In Mente.

- Tað, at mentan og list, sambært tær, ikki hava nóg góðar umstøður í Kringvarpinum, hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri mentan og list? Tað hevur longu fingið ta avleiðing, at tey, ið hava áhuga fyri mentan og list finna sær aðrar pallar, sum ikki eru føroyskir, at kunna seg um tey rák, sum har eru. Tað er fyri mítt viðkomandi fyrst og fremst DR2, BBC og The Guardian. Sum gongdin er, sakna vit minni og minni heimliga føroyska dekningin av mentanarjouranlistikki, sum verður til avlops, verður yvirflødigur. Vit halda uppat at skifta orð á føroyskum um føroyska mentan í føroyskum miðlum, hóast tað er ásett í lóg, sum nevnt omanfyri. Tað er ein katastrofa fyri Kringvarpið.

- Hevur tú eitt ella tvey ynski, tá tað ræður um mentanardekningin hjá Kringvarpinum? - Jú, tað er er eina regluliga afturvendandi sending, bæði í útvarpi og sjónvarpi, eina ferð um vikuna, hálvan ella heilan tíma, ella kanska meir. Í hesi sending skal verða 1) ein mentanarálmanakki, ið boðar frá tiltøkum, akkurát sum í ítróttarsendingini 3-2 og øðrum líknandi sendingum um ítrótt, 2) eina beinleiðis frásøgn frá einum úrvaldum mentanarstaði hvørja ferð og 3) eftirviðgerð av tí farna mentanartiltakinum, har kompetentir og sjangrubevístir kritikarar møtast á ein dynamiskan hátt, akkurát sum í ítróttasendingum, at meta um og taka dagar í millum tað, sum nú var. Og so koyrir runt aftur, viku eftir viku, alt árið í kring. Altso ein sjónlig og hoyrbar mentarredaktión hvørja viku í Kringvarpinum. Tað bar til fyrr, og tað er mítt ynski at tit taka tað fram aftur!