Skip to main content

Norðurlendskur bókmentafestivalur í Keypmannahavn


TEXTVILLE er ein nýggjur festivalur fyri norðurlendskar bókmentir, sum sær dagsins ljós á fyrsta sinni, hósdagin 24. apríl og heldur áfram til 26. apríl. Festivalurin, sum er á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, er sprottin úr ynskinum um at styrkja samstarv og samrøðu tvørtur um norðurlendsku landamørkini, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.

- Skráin savnar seg um nýggjastu rákini í norðurlendsku bókmentunum, og bjóðar til felags samrøðu um hesar, siga fyriskipararnir. Við eini røð av workshoppum, pallborðsfundum og upplestrum er møguleiki fyri at fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í teimum ymisku norðurlendsku londunum – og sjálv at taka lut í kjakinum, sigur Sissal Kampmann, ið er ein av fyrireikarunum.

- TEXTVILLE hevur lagt serligan dent á tey nógvu smáu forløgini og tíðarritini, sum seinastu árini eru sprottin í teim norðurlendsku londunum, sigur Sissal.

Fyrireikararnir meta, at tað er serliga her, at mann finnur sterkastu leiðbeiningarnar tvørtur um norðanlond. Og tað er her, ein møtir teim mest hugkveikjandi sjónarmiðunum um framtíðina hjá bókmentunum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Millum luttakararnar á TEXTVILLE eru seks føroyingar, ið fara at lesa upp og spæla tónleik. Teir eru Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Daniella Andreasen, Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Petur Pólsson.

Tiltakið er ókeypis og skráin fyri TEXTVILLE sæst her.