9.4.14

Søgulig last



Soleiðis kunnu einar samrullaðar Føroyar síggjast í linsuni hjá Ole Wich. Hann tók myndina í túninum á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla, har Føroyakortið, sum Rói Højgaard hevur teknað, nú er á goymslu.


"Hetta er ein søgulig last", sigur fotografurin, ið er Ole Wich, tá fraktmaðurin kemur inn í Nám við einum platti av Føroyakortum, sum viga 407 kilo. Vendingin "søgulig last" kann annan vegin fatast ítøkiliga við tað, at hetta er fyrsta Føroyakort, sum er teknað til skúlabrúks í Føroyum, og hinvegin tí at kortekning í sjálvum sær er ikki yvirtikið mál. Tekning av Føroya landi til skúlabrúks í Føroya skúla, er ein "last" í politisku skipanini, sum hin hittinorðaði Ole av røttum sigur. "Og hvat gera vit við so tunga last?" tykjast teir allir spyrja við lastbilin, fraktmaðurin, ritstjórin og stjórin.


Jú, vit koyra tunga plattin við søguligu lastini niðan á Sandvíkarhjalla, ikki í kommunalu Brennistøðina, men á felags føroysku bókagoymsluna, Bókamiðsøluna, har Álvur Danielsen tekur í móti, meðan Kári í Riti og Ráki ger seg út til stóru føroysku bókaútsøluna.


Jú, her er alt í lagi og prentið er endaliga góðkent, so Føroya fyrsta heimateknaða Føroyakort til skúlabrúks nú er skrásett søluvøra á bókagoymsluni. Plastingin er tjúkk og sterk, so kortið kann brúkast sum undirlag og til at strika á við tusji, tá barnagarðar og skúlar fara útferð í aðrar bygdir og oyggjar, ella bara skulu læra seg nøvn og vegalongdir. Flaggdagin verður tað frígivið.