17.4.14

Western frá Northern


Danski dogmaleikstjórin, Kristian Levring (f.1957), fer at sýna kovboyfilmin The Salvation í Cannes í næsta mánað. Filmurin er ikki sloppin í nakra kapping, men er sloppin á høvuðsplakatina.

The Salvation er ein klassiskur western, sum er heimsins størsta og drúgvasta filmsjangra. Tó so, leikstjórin, sum við The King is Alive (2000) hevði Shakespeare við í einum strandaðum bussi í Namibia, hevur í hesum nýggja kovboyfilmi leitað eftir norrønum sagnum og søgubrotum. The Salvation verður lýstur sum ein episk søga um brostnar dreymar, ólukkulgan kærleika og um grima hevnd.


Westernsøgan í danska filminum fer fram í 1870’unum millum útilagin niðursetufólk í USA, har danski John bíðar eftir konu og soni úr gamla heimlandinum. Tá tey umsíðir koma, gongst ikki eftir ætlan. Gripið verður til vápn og ein ræðulig uppgerð fer fram í Black Creek. Hóvligi John úr fjara friðarelskandi landinum, Danmark, má taka annað skinn um bak at bjarga býnum, rætt sum í einum klassiskum uppgerðswestern meðan klokkan gongur, fíggindar savnast, skuggar leingjast og bara hetjan stendur eftir.


Og tað er eingin annar enn Mads Mikkelsen (f.1965), ið spælir Big Bad Peacelovin' John. Hinir leikararnir eru fótbóltsspælarin Eric Cantona og svenski Mikael Persbrandt, sum altíð er aktuellur í heimligari pressu, men lukktíð eisini er aktuellur í Havnar Bio við filminum En du elsker.

Anders Thomas Jensen hevur skrivað søguna The Salvation saman við Kristian Levring. Teir báðir skrivaðu eisini søgurnar Den du frygter og The King Is Alive.


Svenski filmurin Turist (Force Majeure) hjá Ruben Östlund, omanfyri, verður vístur í skránni Un Certain Regard í Cannes í árHetta er ein 'familjufilmur' úr Alpunum.

Filmsstevnan í Cannes, sum er hin 67’inda, verður hildin í døgunum 14.-24. mai í ár. TrustNordisk umboðar danska Zentropafilmin The Salvation í Cannes. Hildið upp ímóti mannfólkaverðini í hesum westernfilmi, er tað rættuliga sjáldsamt at átjan kvinnur og bara tveir menn eru í starvi hjá TrustNordisk, sum selja harðrenda kovboyfilmin. Festivalsamskipari er Lissy Bellachie, ið er gamal vinur hjá føroyska Filmsfelagnum. Her sæst hon í Lubeck saman við franska manninum.