19.5.14

Bjørn Nørgaard í Havn


Í dag tweetar Bjørn Nørgaard (f.1947) á heimasíðuni, at hann púra inkognito er í Føroyum og arbeiðir í Steinprenti.


Eg fari beint oman á Skálatrøð at hitta henda góðsliga, virkna og vitandi listamann, ið er millum mest hugtakandi persónligheitir, sum eg nakrantíð havi møtt við útvarpsmikrofon.


Bjørn Nørgaard, sum áður hevur arbeitt í Steinprenti, hevur hesa ferð gjørt ellivu prent, níggju smá, sum X’ið hann granskar á vegginum til høgru niðanfyri, og tvey stór prent við heitunum "Global topografi" og "Færøsk topografi". Í seinna førinum, vinstrumegin niðanfyri, hava tólv føroyskar kvinnur latið seg avklæða og avmynda til prentið. Kopi av modellkroppunum eru so sett inn í føroysku náttúruna í grafiska prentinum.


Tað var í apríl 2002 at Bárður Jákupsson bjóðaði til døgurða, tí hann hevði ein spennandi gest, Bjørn Nørgaard, sum skuldi sýna fram í Listaskálanum. - Og tú kanst gott taka bandupptakaran við, heilsaði formaðurin í Listafelagnum, sum tá var Pál Weihe, ið visti at eg hevði eina útvarpssending hvørja viku. Tað bleiv til tvær sendingar. Bjørn sýndi fram verk undir berliga heitinum Donsk listafólk, har eisini verk hjá konuni, Lenu Adler Petersen, vóru við. Tað var hon, sum undir heitinum Hin Nakni Kristus, gekk við einum hvítum krossi og ongum øðrum gjøgnum Børsin í Keypmannahavn i 1969.


Árið eftir slaktaðu tey eitt ross, Hesteofringen, á kavaklædda bønum við Kirke Hyllinge. Ekstrablaðið var boðið við, so sterka grafiska verkið kom beint á forsíðuna, eins og Vjetnamkríggið. - Hetta var ein norrøn rituell ofring, ið var eitt aftursvar til kríggið í Vjetnam og hvussu miðlar sum Ekstrablaðið lýstu blóðigu hendingarnar, uttan at nakar føldi nakra menniskjansliga kenslu. Og tá tey sóu heimligu Hestaofringina, settu tey kaffi í hálsin, segði Bjørn, sum við hesi happening vildi vísa krígsins sanna andlit.


Hesteofringen er síðani blivi mest vitjaða verk á listasavninum Aros í Aarhus, har hugtiknir skúlanæmingar fáa uppgávur. Síðani hevur Bjørn Nørgaard m.a. gjørt kongaligu gobelinurnar fyri Margrethu Drotning. Men aftur í Steinprenti er lagið gott. Prentingin hevur gingið væl og øll eru nøgd. Í morgin fer Bjørn Nørgaard av landinum aftur.