14.5.14

Cannes byrjar í dag


Í dag byrjar 67. filmstevnan undir himmalbláa løriftinum í franska miðjarðarhavsbýnum Cannes. Almenna kappingarskráin um gyltu pálmirnar, Palme d’Or, bendir á gomul kend nøvn, frá 83 ára gamla franska nýbylgjumanninum, Jean-Luc Godard, til 63 ára gamla amerikanska Tommy Lee Jones, sum er í yngra endanum. Tó, var tað ikki fyri skránna í Cannes, so visti eg ikki av, at bretski sosialrealistiski leikstjórin, Mike Leigh (f.1943), hevur gjørt spennandi filmin Turner, sum er um bretska landslagsmálaran Joseph Mallord William Turner (1775-1851). Við 57 ára gamla Timothy Spall, omanfyri, í 145 minuttum sum Turner, verður filmurin frumsýndur í Cannes í morgin. Haldi neyvan eg havi havt sovorðnan ovurhug at síggja akkurát ein film, sum júst henda og tað beint nú. Fari so beint at spyrja Havnar Bio, einasta filmsinnflytara í landinum, um tey ikki kunnu seta hann á skránna komandi vetrahálvu. Bretska frumsýningin er 31. oktober og í USA sleppa tey at síggja filmin á jólum. Nýggi filmurin hjá Mike Leigh er ein av átjan, sum er við í kappingini um ársins gyltu pálmar. Ikki einki samband er millum Cannes og heimliga Havnar Bio. Ársins filmstevna í Cannes byrjar í dag við klassisku glamoursøguni úr grannabýnum, Grace of Monaco, sum Havnar Bio eisini vísir 22. mai.


Hin sosialrealistiski bretski filmsleikstjórin, Ken Loach (f.1936), er eisini á skránni í Cannes, hesuferð við írsku søguni, Jimmy’s Hall, sum er enn ein av teim átjan, ið eins og landsmaðurin Mike Leigh, kappast um gyltu pálmirnar, sum teir báðir hava vunnið fyrr.


Frá forsíðuni á skandalubløðum, er Dominique Strauss-Kahn nú eisini komin á biografløriftið í Cannes í skapi av Gerard Depardieu í filminum Welcome to New York hjá amerikanska Abel Ferrera (f.1951).


Bibilski Job er støðið í einasta russiska filminum í Cannes í ár. Tað er filmiska søgan um Leviathan hjá Andrej Zvjagintsev (f.1964), niðanfyri, sum er seinasti filmur á drúgvu Cannesskránni. Russiska nútíðarliga bíbliusøgan fer fram á Kolahálvoynni, har ein borgari við Barentshavinum sum útsýni stríðist við korrupta borgarstjóran.


Millum heimildarfilmarnar í Cannes í ár er Maidan, sum ukrainski Sergei Loznitsa (f.1964 í Hvitarusslandi) hevur gjørt á torginum í Kiev.


Her eru teir átjan filmarnir, ið kappast um gyltu pálmirnar, Palme d’Or í Cannes í ar:

ADIEU AU LANGAGE (GOODBYE TO LANGUAGE) Jean-Luc GODARD
CAPTIVES (THE CAPTIVE) Atom EGOYAN
DEUX JOURS, UNE NUIT (TWO DAYS, ONE NIGHT) Jean-Pierre DARDENNE og Luc DARDENNE
FOXCATCHER Bennett MILLER
FUTATSUME NO MADO (STILL THE WATER) Naomi KAWASE
JIMMY'S HALL Ken LOACH
LE MERAVIGLIE (THE WONDERS) Alice ROHRWACHER
LEVIATHAN Andrey ZVYAGINTSEV
MAPS TO THE STARS David CRONENBERG
MOMMY Xavier DOLAN
MR. TURNER Mike LEIGH
RELATOS SALVAJES (WILD TALES) Damián SZIFRÓN
SAINT LAURENT Bertrand BONELLO
SILS MARIA (CLOUDS OF SILS MARIA) Olivier ASSAYAS
THE HOMESMAN Tommy Lee JONES
THE SEARCH Michel HAZANAVICIUS
TIMBUKTU Abderrahmane SISSAKO
WINTER SLEEP Nuri Bilge CEYLAN


Í skránni Un Certain Regard eru svenski filmurin Force Majure, ið fyrr hevur havt heitið Turist, sum Ruben Östlund (f.1974) leikstjórnaði, og so tveir spennandi filmar, ið nema við stórar fotografar. Í fyrsta lagi er tað Wim Wenders (f.1945), omanfyri, ið hevur gjørt heimildarfilmin Salt of the Earth, sum er um brasilska sosialdokumentariska journalistfotografin Sebastiao Salgado (f.1944). Wenders vann í 1984 gyltu pálmirnar fyri meistarliga filmin Paris, Texas (1984). Hin filmurin, sum verður sýndur i skránni Un Certain Regard, og nemur við enn ein mestarligan fotograf, er Snow in Paradise, niðanfyri, hjá Andrew Hulme, sum fyrr hevur arbeitt saman við niðurlendska fotografinum Anton Korbijn, eitt nú í virðislønta filminum Control (2007) um Ian Curtis í Joy Division. Framleiðslufelagið hjá Hulme eitir IpsoFacto, sum merkir 'í og fyri seg' ella 'soleiðis er tað', og felagið lýsir filmin Snow in Paradise soleiðis: "True story of a London man’s journey to control his violence through religion." Spennandi filmar við miðjarðarhavstrondina í Cannes, har kanska onkur rakar føroyskar strendur og bleiktrandi biografslørift innan alt ov leingi. Livst, so spyrst!