Skip to main content

Í kjalarvørri víkinganna


Við Nólsoyarbygd og vindmylluni í baksýni, sigldi norska ferjan Fram hjá Hurtigruten framvið køksvindeyganum í kvøld. Ferjan er bygd í Italia í 2007 og tekur 318 ferðafólk. Meðan ferjan sigldi niðan eftir Nólsoyarfirði, sigldi Heykur úr Runavík oman gjøgnum fjørðin.


Ferjan siglur í kjalarvørri víkinganna, sum sagt verður í lýsingini. Ferðin, sum varir í 13 dagar, byrjaði í Bergen 13. mai og kostar úr 25.000 fyri hvønn í tvímanskamari og upp i 73.000 norskar krónur fyri ein ferðaseðil í einmanskamari. Ferðin verður lýst soleiðis:

"Bli med Hurtigruten på vårreisen hvor vi utforsker farvannene vikingene seilte i for over 1000 år siden. Vi legger fra kai i Bergen og krysser Nordsjøen. På turen seiler vi i praksis hele Skottlands kyst med spennende anløp i så vel Leith, som Kirkwall og whiskeybyen Oban. Du får oppleve de skjønne Ørknøyene, Hebridene og Shetland, før vi setter kursen mot Færøyene og siste anløp Reykjavik på sagaøya Island."

Manningin skrivar egnan blogg um ferðirnar í Norðuratlantshavi, har sólin aldri setur, sum skrivað stendur: "Dette skipet har evig sommer. Sommeren i Antarktis tilbringes der, og når det går mot høst snur Fram baugen nordover mot Grønland hvor hun tilbringer sommeren der på ekspedisjoner langs vestkysten."