15.5.14

Malik Bendjelloul


Svenski journalisturin og filmsleikstjórin Malik Bendjelloul er deyður fyri egnari hond í Solna í Stockholm í fyrradagin, bert 36 ára gamal. Tað skrivaðu svensk bløð í gjár við familjuni sum keldu. Familjunavnið er úr Algeria.

Úr Svøríki til Cannes og Hollywood er filmsheimurin skakaður og drýpur høvur.

Malik Bendjelloul, sum í fjør vann bæði Oscar- og BAFTAvirðisløn fyri heimildarfilmin Searching for Sugarman (2012), arbeiddi í New York við einum nýggjum filmi, The Elephant Whisperer, um suðurafrikanska djórapassaran Lawrence Anthony (1950-2012), sum bjargaði einum heilum djóragarði í Bagdad, tá amerikanskir hermenn gjørdu innrás í Irak.

Neyvan hevur nakar á okkara leiðum sum Bendjelloul, skapt nýggja fatan fyri at siga góðar søgur í heimildarfilmi og altíð at brúka films- og sjónvarpsmiðilin kreativt.

Havnar Bio vísti í fyrrárið virðislønta filmin hjá Bendjelloul Searching for Sugarman í røðini DOXBIO. Við árslok 2012 skrivaði eg á blogginum soleiðis um film yvirhøvur: "Hóast bert fá vistu av tí, var besta hending í føroyska biografmyrkrinum at síggja heimildarfilm, dokumentarfilm, á stóra løriftinum í Havnar Bio... Næstbesti filmur var Searching for Sugarman (Malik Bendjelloul 2012 ), sum varð sýndur í somu røð í Havnar Bio. Besta við hesum heimildarfilmi var, hvussu væl honum eydnaðist at siga eina alment viðkomandi søgu um tónleik yvirhøvur og so spesifikt um ein ávísan sangara, Rodriguez, sum eg ikki visti var til, og flestu hildu vera deyðan."

Bæði á filmstevnuni í Cannes og á útlendskum sjónvarpsrásum vísa og endursenda tey vælumtókta filmin Searching for Sugarman, ið er um gloymda amerikanska sangaran Sixto Rodriguez (f.1942) úr Detroit. Svenska sjónvarpið fer av somu orsøk eisini at endursenda Kobra sendingarnar, har Malik var medarbeiðari innan gjørdi virðislønta filmin. Myndin omanfyri er úr eini tílíkari sending.