Skip to main content

Søren Ulrik Thomsen og Claus Cartensen vitja


Týskvøldið 27. mai kl 19:30 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn og tosa við Kim Simonsen um skaldskap. Orsøkin er, at dagin eftir, mikudagin 28. mai kl 16:00-18:00 sýnir Steinprent fram tvær bøkur í eini nýggjari røð við upprunagrafiskum steinprentum, Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Tekstirnir eru eftir Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, niðanfyri, hevur gjørt listarligu grafisku prentini í bókunum.


Søren Ulrik Thomsen er føddur í Kalundborg í 1956 og kom fram við yrkingasavninum City Slang í 1981, tá so nógv spennandi hendi í donskum skaldskapi og rokktónleiki á móðurmálinum, at danska Móðurmálslærarafelagið, Dansklærerforeningin, mátti grípa í egnan barm og geva út Vinyllyrik (1984). Søren Ulrik er ein av teim heilt fáu donskum yrkjarum, sum í nýggjari tíð hava fínkað, fagurgjørt, yrkingina og lyft yrkingasøvn fram í ljósið og ikki minst um handilsdiskarnar. Nýggjasta útgávan, Rystet spejl (2011), man vera mest selda yrkingasavn í Danmark í nýggjari tíð.


Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie eru tvær bøkur, sum í óvanligan mun eru merktar av góðsku. Ja longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er dygd, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar, sigur Steinprent í tíðindaskrivi. Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva  upp til innihaldsligu dygdina. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum, hon eitur Lille Dæmonologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari. Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivialmentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, eitt nú allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av afturkomu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavymetalbólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði, og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt, næstan barnsligt í sínum ágrýtni at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað, og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera. Føroyaprent og Steinprent hava í felag prentað tær báðar bæriligu bøkurnar. Øll er hjartaliga vælkomin, fyrst til upplesturin á bókasvaninum týskvøldið og so til móttøkuna í Steinprenti mikudagin, har til ber at keypa báðar bøkurnar fyri 900 krónur til samans, sum er serprísur til høvið. Báðir listamenninir verða til staðar í Steinprenti mikudagin.


"...Det hvorom man ikke kan tale, om dét må man tie", sagde Wittgenstein. Men hvad stiller man op med dét, hvorom man hverken kan tale eller tie? Dét, man ikke kan tale om, fordi det ligger udenfor sprogets grænse, men heller ikke tie stille med, fordi det presser sig på? Man skaber kunst, for kunsten er ikke et sted, hvor tanker, som allerede er tænkt af filosoffer, semiotikere og teologer finder form, men derimod et sted for nye betydninger, som man først kan tænke over, når de er kommet til verden som kunst..." (Søren Ulrik Thomsen úr: Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie)