15.6.14

Gestablídni og nýhugsan


So er triði Country- og Bluesfestivalurin í Sørvági av og summarmjørkin sígur friðfullur niður yvir nývaknaðu bygdina, sum var tað í einum sangi hjá Teimum av Kamarinum. Á middegi kemur sólin fram og eg giti, at flestu kampingvognar treyðugt vilja avstað. Í ár vóru tvey viðurskifti fremstu festivalvinnarar: lokala gestablídnið og nýhugsanin í skránni, tá umræður heimligar sangarar og tónleikarar, sum sleppa á pall í nýggjum høpi og harvið enduruppfinna seg sjálvan. Konsertmyndirnar tók Jógvan Helgi Hansen.


Høvuðsnavnið á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, Billy Yates, var framúr, serliga við egnum sangum, men hann savnaði ikki so nógv fólk framman fyri stóra pallinum á Dugnasandi, tí bert fá kendu hann. Kanska skuldi hann sungið seinni. Hinvegin kendu øll hin vælupplagda Halleluja Sofus, sum hevði eitt avbera gott sjov við fleiri tónleikarum, eisini trimum blásarum, á minna pallinum. Bólkurin Flamma hevði eisini eitt framúr sjov við trimum væltrimmaðum sangarinnum og fleiri tónleikarum. Øll tann unga fjøldin sang hart við, tá tær tríggjar fingu Hall Joensen at syngja Whiskey Lullaby, sum eg als ikki kendi.



Júst hesar nýhugsaðu samansetingar, sum til dømis Halleluja Sofus og Flamma, vóru umframt høvuðsnavnið, Bill Yates, millum tað besta, ið eg varnaðist. Men á báðum pallunum vóru fleiri enn tjúgu framførslur, og tí fleiri, sum eg ikki hoyrdi, tí at gestablídnið var so stórt alla staðni í Sørvági. Í túnum, stovum, kjallarum og kampingvognum. Tað var, sum lat øll bygdin seg upp í góðveðrinum. Ólavur bjóðar morgunmat á nýggja Føroyakortinum, meðan nýggjasta bókin hjá Líggjas í Bø liggur í vindeygakarminum. Sterkt Typhoo-te við mjólk í Nymfokrússi.


Uppi undir Bólheyggi bjóða Annika og Regin Jespersen turra grind og spik og alt, sum hoyrir til. Í kjallaranum hevur Regin goymt nógv tilfar frá tíðini við The Drifters, sum spældu í Eysturoynni í seinnu helvt av 1960’unum og eisini ferðaðust kring landið, m.a. í Sandoynni, har nógvar góðar myndir eru tiknar.


The Drifters, sum vandu í Gamla handili í Heiðunum 1968-1970, vóru Jaspur Rasmussen, Ernst Poulsen, Símun Danielsen og Regin Jespersen. Umframt fleiri gittarar og eina banjo, hevur Regin sett framsíðuna á stórutrummuni upp á veggin í hugnaliga kjallaranum.



Niðri á stevnuøkinum vóru kampingfólk í hópatali, eini hundrað vognar hevði onkur talt, og vælhýrd ungfólk, sum vóru stásað upp frá topp til tá í nýggjasta cowboy outfitti við spískum deseinara stúlvum og passandi Stetson hattum. Langfaramenn av tí gamla slagnum eru í avgjørdum minniluta og áhoyraraskarin er yngri enn eg fyrr havi varnast, ella eg blivin eldri. Kjallaraprátið gongur lívliga og onkustaðni varnast tú ensk orð frá krígnum, sum til dømis navnið á svinginum úr Miðvági og oman móti Vatninum. Í allari stevnugleðini var bara ein óður maður. Tað var í eina kjallaranum, hann lat meg vita, at í tretivu ár hevði hann verið í øðini um eina grein, eg skrivaði í Skúlablaðnum í 1983. Greinin var um nýggju fitness sentrini, sum tá komu til landið, og setti spurning við, hví fólk ikki gingu i fjøllunum í staðin. So rýmdi maðurin og friður var. Ikki kendi eg hann, men kanska skal man onkuntíð vara seg, hvat man skrivar. Men eitt er vist. Vit hoyrast aftur á Dungasandi næsta ár. Tí har er lagið gott á øllum. Uttan hesum eina. Og tað er ikki so galið.