Skip to main content

Havnin livir


Heima í Havn er ein søguligur bannari, frá tíðini innan Kolumbus fann Amerika, settur á veggin í Gongini, har upplýst verður um Barbara Fish House. Orsøkin er at fyrsta fríggjadag í juni livnar øll Havnin, tí tá er Mentanarnátt og høvið verður at støkka inn í Baianstovu og fáa ein forsmakk av nýggja matstovukonseptinum, sum Gist og Vist hjá Hotel Føroyum fer at læta upp á hesum stað i summar.


Ikki tí, síðani 2001, tá fyrstu ferð varð lýst fyri náttini, hava livandi tiltøk verið frá morgunstundini og allan dagin. Kortið omanfyri er frá 1865 og verður rópt blikkinsláarakortið eftir Johan Carl Poulsen, koparsmiði, sum teknaði.

- Barbara Fish House er ein nýggj fiskamatstova, sum letur upp í seinnu helvt av juni, har borðreitt verður við spennandi fiskarættum úr føroyskum rávørum. Ein kokkur úr Galisia hevur verið her og inspiserað, og ein kokkur frá Barbaru hevur verið í Galisia, haðani matskráin er inspirerað, sigur Eirikur Lindenskov við BirkBlogg.

- Tað var ongantíð ætlanin hjá mær og Ingun at standa fyri matinum, tí hava vit gjørt samstarv við Gist og Vist, sum fer at reka matstovuna. Men tað er Ingun, sum hevur skapt konseptið, ið byggir á søguna um Barbaru og Ingun fer eisini at starvast har. Nýggjastova verður eisini partur av konseptinum. Hon verður brúkt til serlig høvi, um onkur vil hava ein betri bita í einum heilt serligum hølum, ella ein fund ella at gista, ella bara, um fullsett er í Barbaru ella í Áarstovu, so ber til at borðreiða í Nýggjustovu við mati úr báðum matstovunum. Og fríggjakvøldið, Mentanarnáttina, fer at bera til at koma inn á gólvið í Barbaru, altso í Baianstovu.

- Og so er ikki at gloyma búmerkið, sum Nils Malmros helt, at vit skuldu brúka. Tað er eingin annar enn Jens Christian Svabo (1746-1824), ið hevur gjørt tað. Og hann gekk forrestin í skúla saman við tipp-tipp-tippoldurabba mínum, Jørgin Christian Lindenskov og V. U. Hammershaimb eldra og øðrum góðum monnum í Latínskúlanum til 1762, sigur hin søgufróði Eirikur Lindenskov fyri Mentanarnáttina í Havn.

Tað er Kunningarstovan á Vaglinum, Visit Tórshavn, sum skipar fyri Mentanarnáttini saman við Tórshavnar kommunu. Kommunan sigur á heimasíðuni, at umframt ólavsøkuna er hetta størsta einstaka tiltak í býnum, sum tí verður rópt lítla ólavsøka. Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi, og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum. Hetta er kvøldið, tá veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini - tey flestu ókeypis. Nýtt er í ár at fleiri stovnar, so sum Landsjúkrahúsið, Kringvarpið og Dómhúsið, lata dyrnar upp fyri almenninginum. Mentan, summar og lív er komið til Havnar!