11.6.14

Mikukvøld á Listasavninum


Her er nýggjasta myndlistaverk, sum Listasavn Føroya hevur ognað sær. Niðanfyri síggjast allar upplýsingar, eisini hvussu verkið er keypt, hóast prísurin, sum vanligt er, ikki verður upplýstur á hesum stað. Í kvøld er høvið at síggja henda málningin millum allar hinar, tí tá fer Nils Orth, savnsleiðari, at vísa runt og greiða frá. Eisini er ein lýsingaseðil á føroyskum, donskum og enskum gjørdur um verkið.


Listasavn Føroya boðar samstundis frá, at í juni, juli og august er savnið opið, umframt vanligar upplatingartíðir, eisini mikukvøld frá klokkan sjey til níggju. Klokkan hálvgum átta mikukvøld er rundvísing, sum er íroknað vanligt atgongugjald, ið er hálvtrýss krónur fyri hvønn. Umframt eru Summartónar eisini á skránni hesi mikukvøld frá klokkan sjey: 25/6, 9/7, 23/7, 6/8 og 20/8. Savnið býður øllum vælkomnum.