12.6.14

The Salvation í kvøld


Norðurlendskur filmur stendur sterkur í ár. Í Noregi lova tey størstu frumsýning nakrantíð, tá filmurin Beatles eftir metsølubókini hjá Lars Saabye Christensen sær dagsins ljós í august. Men stórir norðurlendskir filmar kunnu eisini síggjast i smærri karmum, sum til dømis í kvøld klokkan hálvgum níggju, tá Havnar Bio í minna salinum vísur The Salvation, sum er ein western frá Northern.

Tað er danski dogmaleikstjórin, Kristian Levring (f.1957), ið hevur leikstjórnað kovboyfilmin, sum var frumsýndur í Cannes í mai. The Salvation er ein klassiskur western, ið er heimsins størsta og drúgvasta filmsjangra. Tó so, leikstjórin, sum við The King is Alive (2000) hevði Shakespeare við í einum strandaðum bussi í Namibia, hevur í hesum nýggja kovboyfilmi leitað eftir norrønum sagnum og søgubrotum. The Salvation verður lýstur sum ein episk søga um brostnar dreymar, ólukkulgan kærleika og um grima hevnd.


Westernsøgan í danska filminum fer fram í 1870’unum millum útilagin niðursetufólk í USA, har danski John bíðar eftir konu og soni úr gamla heimlandinum. Tá tey umsíðir koma, gongst ikki eftir ætlan. Gripið verður til vápn og ein ræðulig uppgerð fer fram í Black Creek. Hóvligi John úr fjara friðarelskandi landinum, Danmark, má taka annað skinn um bak at bjarga býnum, rætt sum í einum klassiskum uppgerðswestern meðan klokkan gongur, fíggindar savnast, skuggar leingjast og bara hetjan stendur eftir.


Og tað er eingin annar enn Mads Mikkelsen (f.1965), ið spælir Big Bad Peacelovin' John. Hinir leikararnir eru fótbóltsspælarin Eric Cantona og svenski Mikael Persbrandt, sum altíð er aktuellur í heimligari pressu.

Anders Thomas Jensen hevur skrivað søguna The Salvation saman við Kristian Levring. Teir báðir skrivaðu eisini søgurnar Den du frygter og The King Is Alive.