Skip to main content

Túnatos og nýggju tíðindafólkini



Karina Jákupsdóttir skrivar:

Meðan prentmiðlar fána burtur, koma alsamt fleiri tíðindaportalar, og sosiali miðilin Facebook er nógv brúktur millum føroyingar. Tíðindagreinar og dulnevnd lesarabrøv verða í størri mun smærri viðmerkingar, tí tær eru knýttar at eini Facebook vangamynd. Tað, ið fyrr var óskrivað, verður talgilt og sjónligt fyri flest øll. Tíðindi og kjak verða flutt á netið, har alsamt fleiri hava atgongd og kunnu siga sína meining tá tey vilja, um tey vilja. Politikkarar, journalistar, bloggarir og aðrir samfelagsborgarir kunnu lætt og snildisliga fáa ávírkan, men tað er vert at vera sera ansin, til dømis tá okkara løgmaður setur ein alt ov privatan dám á Facebook.

Hetta vóru nakrar av staðfestingunum í míni bachelorritgerð á University of Sussex, ið snýr seg um, hvussu sosialir miðlar ávirka føroyskan tíðindaflutning og kjakmentan. Umframt skjalasøvn og bókmentir, bygdi kanningin á 14 samrøður við føroyskar journalistar, bloggarar og aðrar borgarar í aldrinum 21-68 ár búsitandi í Føroyum ella uttanlands.

Frá kvæðum, tættum og tíðindabløðum er eyðsæð, at føroyingar hava eina sterka miðlamentan, hóast hon eisini verður lýst sum óbúgvin og á einum vánaligum støði. Fíggjarkreppan í 90unum og talgilding hava havt við sær ein blaðdeyða, har vit nú hava fáar fjølmiðlar av tí gamla slagnum, meðan lokalir tíðindaportalar og bloggar vaksa í talið. Fyri mong er sosiali miðilin Facebook høvuðsæðrin, ið leiðir ein til aðrar miðlar, og er roknaður at verða nýggi høvuðsmiðil føroyinga: ''Eg lesi ikki bløðini, eg lesi Facebook''. 

Sambært Facebook Ads eru 32.000 føroyskir brúkarar. Hetta er lutfalsliga nógv í mun til onnur lond og okkara vinaskarar eru eisini stórir. Føroyska samfelagið setur sín serliga dám á Facebook, serliga gera støddin og tey tøttu sambondini, at tíðindi og kjak ferðast skjótt og víða. Í tráð við Marshall McLuhan og hansara hugtak um 'globalu bygdina', so kann Facebook síggjast sum ein víðkan av eini føroyskari bygdarkenslu, ið samstundis røkkur globalt. Føroyska bygdin Facebook setur eisini nýtt lív í tað, ið sagt verður at vera mist í túnatosi, tá modernaða samfelagið tekur yvirhond. Á Facebook er túnatos. Har verða tíðindi, kjak, slatur og sleyg borin fram á sama palli.

Gamlir miðlar, so sum KvF, hava sterka ávirkan, men brúkarar av sosialum miðlum kunnu eisini lætt fáa ávirkan á samfelagskjakið. Umframt fjølmiðlarnar eru tað serliga superbrúkarir, so sum politikkarir og bloggarir, ið seta dagsskránna. Men tey fákunnugu og sjálvkæru sleppa eins væl inn í almenna kjakið sum onnur, og støðið verður tískil lækkað eftir gomlum mátistokki fyri góðsku. Opnu dyrnar til almenna rúmið skapa ein vavgreyt, har bæði vakthundar og dovindýr halda til og har fólk deila politiskt, mentað og gerandisligt tilfar eftir egnum áhuga. Alt gerst lættari og skjótari, men eisini fløkjasligt, enntá andstyggiligt fyri summi. At rópa harðari, snildisligari ella tápuligari er oftast vegurin fram í øllum meldrinum. Men ikki alt verður sæð í sama ljósi ella hevur sama virði. Til dømis halda summi, at myndir av nýføðingum og fótbólti eru irriterandi. Og meðan nógv gleðast um politiskt kjak á Facebook, halda fleiri, at tað hoyrir ikki heima har. Nógv meta tað vera órógvandi, tá fólk málbera seg illa ella eru ófólkalig, og politiskt kjak á netinum verður ofta partapolitiskt og kenslubundið, skilaleyst heldur enn skynsamt, persónligt heldur enn felagshugað.

Eisini gleðast fleiri um gjøgnumskygni og møguleikan at skriva beinleiðis til tingfólk, meðan onnur halda, at politikkarir áttu ikki at verið á Facebook. Á Facebook eru politikkarir bæði privatpersónar og almennir í senn. Teir verða nógv umrøddir og hava eitt tilknýti til fólk, teir annars ikki høvdu havt, og tað gerst trupult at goyma seg. Tað ræður um at bera seg rætt at á sosialu miðlunum og greiða veljaranum frá, hvat teir gera og hvat teir standa fyri. Hetta kann hava bæði neilig og jalig úrslit við sær. Serliga verða einstakar tingkvinnur nevndar at vera dugnaligar, meðan illa verður latið at løgmanni.

Sjónligheitin á sosialu miðlunum ger eisini sítt til, at maktviðurskifti gerast yvirdrivin og at tað verður lætt at bólka fólk. Myndir og málburður kann avdúka og dálka umdømið. Men makthavandi kunnu eisini tykjast ósjónlig, tí tey halda seg ofta burtur frá almennum kjaki og sosialum miðlum sum heild. Eisini halda umboð hjá arbeiðsplássum ella tey við serkunnleika seg ofta aftur, tí tað gerst ov vandamikið, og fjølmiðlafólk, ið annars dúgliga brúka Facebook og netið til savnan av tíðindatilfari, mugu ansa sær, so teirra trúvirði ikki lækkar. Lætt er at siga sína meining í dag, men vit eru eisini meiri úrlatin. Meðan Facebook stuðlar upp undir kjak, kann tað somuleiðis ræða fólk burtur. Almenna rúmið er tí avmarkað og kjakið avskeplað. Harumframt vil ein lýsa seg sjálvan í ávísum ljósi fyri at betra um arbeiðsmøguleikar og vinarsambond. Hetta kann hava við sær, at ein skákar sær undan kritiskum kjaki. Facebook gerst eitt víðfevnt CV og hóast fleiri enn nakrantíð hava eitt talirør, sum á mangan hátt styrkir um fólkaræði og pluralismu, eru tað persónlig áhugamál og ikki neyðturviliga felagsmál, ið hava mest at siga.

Føroyingar hava sum heild áhuga í samfelagsmálum og eina sterka felagsskapskenslu, ið avspeglast í miðlunum. Eisini útisetar fylgja við í sosialu miðlunum, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum og teirra vinaskara. Í summar venda nógvir útisetar so nøsina heimeftir at ganga millum fólk, tey mest kenna gjøgnum tykisheim. Sum ein segði: ''Tað er Ólavssøka hvønn dag á Facebook. Eg hevði ta kensluna, tá eg kom til Føroyar í fjør, tað var akkurát sum at Facebook bleiv livandi, tá eg kom gangandi omaneftir Áarvegnum. Tí øll hesi fólkini, eg kendi frá Facebook, tey gingu knappliga har. Tað trúgvi eg ikki, tú hevur nakra aðrastaðni í verðini, tað upplivilsi at Facebook blívur fysiskt livandi''.

Um áskoðanarmyndarir fáa ávirkan, eru teir sannførandi. Og í Føroyum, fer ein áskoðanarbardagi fram á Facebook, har ið almenn stríð krystalliserast. Enn fleiri kundu brúkt sítt talirør og sett sín serliga dám á kjakmentanina í Føroyum við skapanarhuga, men eisini umhugsan.

Hetta var ein stuttur samandráttur av tí, eg kom til í kanningini 'Túnatos' and the New Storytellers, An ethnography and critical discourse analysis of civic engagement pre and post social media in Faroese society. Nú er bólturin so givin upp til tín, kæri føroyski Facebookbrúkari. Tí eg vænti, at tú sum lesur hetta, er ein teirra.

Karina Jákupsdóttir