Skip to main content

Føroyskt í Woodstock


Her síggjast amerikanska Meira Blaustein longst til høgru og síðani føroysku filmsfólkini Sigga Vang, Sakaris Stórá og Dávur Djurhuus á skeiði í Norðurlandahúsinum fyri jól í fjør. Meira, sum í fjør var innboðin útlendskur limur í Geytadómsnevndini, skipar fyri The Woodsstock Filmfestival, sum á fimtanda sinni verður hildin í kenda tónleikastaðnum 15.-19. oktober í ár. Amerikanska vitjanin hevur nú borið ávøkst. Í ár verða tveir føroyskir filmar á skránni í Woodstock. Teir eru Terminal hjá Dáva Djurhuus, sum vann Geytan í fjør, og Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá, sum varð vístur í Berlin fyrr í ár. Tá Meira Blaustein vitjaði Norðurlandahúsið í fjør, hitti hon bæði Bjørn Kalsø, landstýrismann, og Poul Geert Hansen, aðalstjóra, í Mentamálaráðnum.




Fyrstu Geytavirðislønina vann Sakaris Stóra fyri filmin Summarnátt. Í fjør grundgav Geytadómsnevndin soleiðis fyri at velja filmin Terminal hjá Dáva Djurhuus:

Eins og í fjør, tá ið fyrsti Geytin varð latin, hevur nevndin grundað sínar metingar á trý metingarvirði. Tey eru søga, filmisk frásøgusnildi og filmskt handverk. Nevndin hevur í dømingini varnast eina heilt serliga rødd, sum í hesum føri megnar at røkka út um hesi trý metingarvirði. Nevndin er samd um, at virðisløna filmin Terminal eftir Dáva Djurhuus. Filmurin spælir við almenna skynsemið, tí hann byggir á eina vitborna og avbjóðandi gerandissøgu, ið er rámandi og fyndug. Mitt á gøtuni tykist søgan fara eftir eini greiðari rás, men sum frá líður, vita vit ikki, hvønn veg hon fer. Her eru sniðfundigir snúningar, sum gera upp við ógrundaðar hugsanir, vit kunnu hava um medmenniskju í stórbýarsamfelagnum, sum eru lýst í og úr einum bussi. Filmurin fastheldur okkum við einari náðileysari frásagnarrødd, sum kløkkar okkum, tá tað, ið vit av berum fordómum vænta, júst ikki hendir. Snøggi og kontanti filmurin, ið varir 10 minuttir, kveikir hugan og tankan um medborgaraskap í einum fleirmentaðum býi. Filmurin talar til vitið og skapar eina órógv, sum hjá áskoðaranum liggur leingi á. Dómsnevndin metir, at við hesum filmi hevur ungi leikstjórin góðar møguleikar at gera seg galdandi á altjóða filmfestivalum.