5.7.14

Gesang der Jünglinge


Við kærleika, sum stóð skærur í luftini, framførdu tey bæði ungu, Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sjey brot úr nýggju LP plátuni Mítt navn við hondskrift. Lív hevur skrivað stuttprosa tekstin og Lasse hevur gjørt elektroakustiska tónleikin. Plátuhúsan gjørdi Hanni Bjartalíð í Steinprenti, har framførslan var fyri fullum húsum fríggjakvøldið.



Jan Andersson, leiðari á grafiska verkstaðinum, bjóðaði vælkomin, sum hann so ofta fyrr hevur gjørt í hesum søguligu hølum í hjartakulluni á gomlu Havnini. Baksýnið hjá Tóroddi Poulsen er reytt og blátt.


Sunleif Rasmussen, sum í 2002 fekk tónleikavirðisløn Norðurlandaráðins fyri fyrstu føroysku symfoni, Oceanic Days (1995-97), greidd frá um hetta slag av tónleiki. Sunleif tók støði í týska Karlheinz Stockhausen (1928-2007) og høvuðsverkinum innan elektroniskan tónleik, Gesang der Jünglinge im Feuerofen (1956), har tónaskaldið setur saman upptøkur av menniskjansligu røddini og elektroniskt gjørdum ljóði.


Hugtakandi at hoyra tey bæði ungu, Lív og Lasse, gera júst tað sama eitt fríggjakvøld á Skálatrøð. Rødd og elektronikkur. Nærveran bleiv ikki verri, tá Ebba Hentze, sum er vorðin rættulga dul, blandið seg uppí, púra live. Á fabrikksvegginum glintaði ein flagglína og frammfyri hjá Lützen opnaðu tríggir menn hvør sína øldós og klamsaðu eina bilhurð, sum ekkóaði undan klettinum. Og so mítt egna speglreflekskamera, sum í intensu upplestrarkvirruni hjá teim ungu, bráddliga fór at larma illa, sum var tað í steinsettum garði. Og so vórðu stundir at blása á nálina og hoyra útgávuna, so sum hon eigur at hoyrast úti um landið - á plátuspælara.


Tað er í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent at 80 unikk eintøk eru gjørd av 180 grams vinyl LP plátuni, Mítt navn við hondskrift. Tey fáast til keyps fyri 400 krónur við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stuttprosatekstum. Groovy!