Skip to main content

Góðveðursdagur í Havn


Í dag hevur pollamjørkin lagt seg yvir Havnina. Tað er sum í San Franciscovíkini, har land møtir sjógvi og akkurát sami mjørki rullar inn av sjónum og einki kann verða so kalt sum ein summarnátt í San Francisco. Tað sigur Jennifer Henke, sum er hagani, men nú vitjar í Fuglafirði. Pollamjørki. Hon skrivaði í 2008 søguna um pápan, Hans Jacobsen, úr Fuglafirði, Saknaði sonurin, sum føroyska familian misti sambandi við í 1920'unum. Í 1997 var hon fyrstu ferð í Føroyum, fór at skriva søguna um pápan og skrivar javnan á egnu heimasíðuna.


Eg skal møta Jennifer, sum er við í ferðaliðnum hjá Matthew Workman úr Oregon, ið rekur the Faroe Island Podcast, har hann hevur gjørt fleiri enn 200 sendingar um Føroyar. Her er Matthew avmyndaður í dag ytst á Tinganesi framman fyri fyrsta ferðabólkinum í The Nordic Obsession Tours.


Men innan eg komi so langt skal eg ganga heimanífrá, har veðrarnir slota í mjørkanum og býarungdómar, sum kommunan hevur sett i summararbeiði, mála okkum garðarnar í Tórsbyrgi.


Komin oman í býin, lættir tokan og Tinganes dagar fram yvirav rustaðu Ternurampuni, og eitt hanagleiv longur inni er nýmálaði Landshandilin so tindrandi klárur. Pollamjørkin hevur flutt seg og er rullaður um Reynið yvir í Vestaravág.


Eg skal møta ferðalagnum, sum umframt ferðaleiðaran, Matthew Workman, telur ein journalist úr Kanada, Dave Hunt, eina úr Pennsylvania, Ryan Tobin, ein úr Utah, Jon Armstrong og hálva føroyingin, Jennifer Henke, sum er úr California. Her sigur Magni Arge frá um Barbu, gamla umhvørvið heima í Havn, og nýggju fiskamatstovuna, Barbara Fish House, meðan Eirikur Lindenskov sæst longst til høgru.


Eirikur og konan, Ingun Schiller, bjóða innum, so vit siggja mongu rúminum í tøttu gomlu húsunum, har matstovur skulu vera í samstarvi við Áarstovu hinumegin Gongina. Gomlu fiólinar hjá Svabo hanga á vegginum.


Mest spennandi eru niðurlendsku blámálaðu kaklarnir frá 1600-talinum, sum síggjast í báðum stovunum í Nýggjustovu og eisini inni í grannahúsunum, Fútastovu.


Magni takkar Ingun fyri vitjanina og ber fram øll góðynski við matstovuætlanini, tað er ikki uttan orsøk. Ingun hevur verið flogterna umborð á Atlantsflogi.


So er Tinganes, einahandil, pakkhús, løgmaður og sólur á skránni. Her er Jon Armstrong úr Utah í gongd við fototólinum og í dialogi við løgmanskontórið meðan pollamjørkin állar seg burtur í baksýni.



Eftir rundferðina, sum í heimsins minsta høvuðstaði hevur tikið heimsins longstu tíð per metur, fáa Magni og eg gávu úr Oregon, sum m.a. er fótóltsturriklæði hjá Timbers Army. Sagt verður um viðhaldsfólkið, at tey eru 'known for their loud, enthusiastic support and the raucous atmosphere they create at Timbers games.'


So er ein middagsbiti at fáa í nyopnaðu Umami matstovuni í nýggju margháttligu hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag. Maturin, ein frískligur ABC Smoothie og ein tallerkur við høsnarungasalati, eru framúr og heilt vist tað besta eg havi smakka á hesari vágni.


Í hesum tætta og hugnaliga umhvørvi, sum blómar um øll mørk ein summardag sum henda, er løgið, ja heilt løgið, at bilar vilja og yvirhøvur kunnu troka seg framvið. Hvat í hammalsins navni skulu bilar gera á hesum øki? Og um so var, at Býráðið partú vil at bilar skulu troka seg fram við salatborðiskunum í Vágsbotni, so kundi tað kanska, bara kanska, verið ellisakfør av einum heilt ávísum slagi, sum eg sjálvur vil bestemma. Ja, og kanska Halleluja Sofus eisini. Livst so spyrst.


Innan stundir eru at fara heim úr nýkontinentala Vágsbotni, vil eg lukta fisk og nema við fisk. Tað er laga manni hjá Carl August Arge, sum hevur verið á útróðri og fingið fisk, feskan fisk, sum ikki er vakumpakkaður á Bankanum. Við feska fiskadeyminum um fingrarnar fari eg vælnøgdur niðan úr Vágsbotni, og leggi ein góðveðursdag í Havn aftur um meg.