22.7.14

LGBT leggur 'Manor' fram á Býarbókasavinum


LGBT Føroyar skipar fyri tiltaki á Býarbókasavinum í Havn í kvøld, týskvøldið 22. juli 2014, kl 19:30 í samband við søguliga bókaútgávu. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, Barbara Christophersen, sjónleikari og Birgir Kruse, bloggari og ritstjóri, fara at hugleiða og lesa upp úr 130 ára gomul stuttsøguni Manor, sum týski rithøvundurin Karl Heinrich Ulrichs (1825-1895), niðanfyri, skrivaði um samkyndar vampýrar í Føroyum í 1884.


Í juli í 2014 eru 130 ár liðin, síðan týski rithøvundurin og rættvísistríðsmaðurin Karl Heinrich Ulrichs festi stuttsøguna Manor á blað. Á Býarbókasavninum í Havn verður hugleitt um, hví og hvussu tað tók stuttsøguni so nógv ár at finna vegin fram til Føroyar. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, fer at tosa nærri um hvør Karl Heinrich Ulrichs var, og at enda fer Barbara Christophersen, sjónleikari, at lesa stuttsøguna upp.


Søgan snýr seg um tveir ungar samkyndar føroyingar, ið gerast góðir, men tíverri gongur annar maðurin burtur á sjónum, og eftir hann situr hin og syrgir. Tað gongur tó ikki rúm tíð, til deyði maðurin gongur aftur sum vampýrur. Hvørt kvøld vinnur hann sær lívsorku við at súgva blóð frá sínum livandi maka. Men hvussu leingi kann hetta halda fram, og hvussu fer nærumhvørvið og tey nærmastu at góðtaka ta óvanligu støðuna? Alt hetta, og hvussu søgan kom til Føroya i 1989, fæst at vita í spennandi framløguni av stuttsøguni, Manor.


Henda serstaka søgan um føroyskar samkyndar vampýrar, sum fer fram á Slættanesi og við Vestmannasund, varð skrivað í 1884, men hevur ikki verið útgivin í Føroyum fyrr enn nú. LGBT Føroyar, sum gevur bókina út metur, at tíðin nú er búgvin til, at stuttsøgan sær dagsins ljós í Føroyum. Rithøvundurin Hanus Kamban hevur týtt hana úr týskum og listamaðurin Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt bókina.


Tiltakið er ókeypis á Býarbókasavinum og øll eru vælkomin. Stuttsøgan, Manor, er samstundis at fáa til keyps í øllum bókhandlum í Føroyum. Bókin kostar 75 krónur, og allar møguligar inntøkur fara óskerdar til arbeiðið hjá LGBT at skapa størri javnrættindi í Føroyum.