Skip to main content

Grafikkur frá níggju til átta!


Limabræv frá Steinbrá:

Góði felagslimur í Steinbrá.

Á ólavsøku er Steinprent opið frá klokkan níggju á morgni til átta á kvøld. Báðar dagarnar,  tað er ólavsøkuaftan 28. juli og ólavsøkudag 29. juli, er ólavsøkuframsýningin opin í Steinprenti á Skálatrøð frá kl. 09:00 – 20:00, har hesi listafólk sýna fram:

Tóroddur Poulsen
Tróndur Patursson
Poul Janus Ipsen
Fríða Matras Brekku
Morten Skovmand
John Kørner
Torbjørn Olsen
Marius Olsen
Jonas Hvid Søndergaard
Anker Mortensen
PernilleKløvedal Helweg

Prent, sum eru gjørd í Steinprenti, eru eisini við á ólavsøkuframsýningini, sum letur upp í Listasavninum ólavsøkuaftan 28. juli kl 15:00. Teirra millum eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Claus Carstensen, ið hava tulkað sangir av plátuni Vendetta hjá bólkinum 200 í gulum og svørtum, eins og upprunaligi húsin, so sum sæst omanfyri.

Steinbrá er áhugafelag, ið stuðlar Steinprenti. Vit eru í løtuni 175 limir. Vit takka fyri tygara stuðul, men loyva okkum at minna á, at onkur hevur enn ikki goldið limagjaldið, sum er 500 kr um árið. Afturat árliga gávuprentinum fáa limir í Steinbrá avsláttur, sum er 500 krónur, tá list verður keypt í Steinprenti.

Nýggir limir eru vælkomnir Steinbrá. Konta felagsins er í Norðoya sparikassa: 9865 – 1042496.

Vit ynskja øllum limum í Steinbrá eina góða ólavsøku!

Nevndin í
STEINBRÁ