7.7.14

Skjótari hann ferðast, minni kemur hann áleiðis


Havi summarferiu í tvær vikur, men illa gongst at lata vera við at kaga í gráa gerandisarbeiði. Men tað gerst í løtum saman við Tróndi Olsen (1879-1961), sum tíðarleysur ferðast úti í verð og skrivar, altíð við heimstaðnum í hugaligum baksýni. Til dømis í Venezia, har hann setur seg í náttlýsi at eta døgurða niðri í fjørðuni, meðan tað skvatlar heimakent upp millum stokkarnar, sum er gólvið. So fara tey umborð á Meteor, ið Tróndur lýsur sum systurskip Tjaldrið. Millum støðini, tey vitja, er býurin Sotji við Svartahav.

Eftir kríggið er Tróndur Olsen í Noregi og koyrir við einum bilvini inn i landið at vitja bóndan í líðini. Meðan hugleitt verður um nýggj uppfinnilsi og nýggjar ferðamøguleikar, nú kríggið er av, kemur hann til hesa niðurstøðu: Undarligt við nútíðarmanninum: Skjótari hann ferðast, minni kemur hann áleiðis.

Og í meðan duffar sluppin Westward Ho framvið. Hon er bygd í Grimsby í 1884 og kom til Føroya í 1895, tá Tróndur á Malarenda var sekstan.

Hevði hann livað, var hann ivaleyst Føroya besti bloggari.