Skip to main content

Størri enn James Bond!


Eftir at amerikanski filmurin Heaven is for Real hevur gingið í Havnar Bio í eina viku, sigur Jákup Eli Jacobsen, biografleiðari, at 1300 føroyingar hava sæð filmin, og onkrar dagar í vikuni hava so mong sum 240 fólk sæð hann.

- Tað eru fleiri seld atgongumerki enn James Bond megnaði og sama tal, sum Hobbin dróg í biograf eftir sama dagatal í fjør. Nú veldst um, hvussu leingi Heaven is for Real fer at ganga, og um hann fer at seta met, tá umræður nýggjar filmar, sum okkara viðskiftafólk vilja síggja, sigur Jákup Eli við BirkBlogg í dag.

Heaven is for Real byggir á samnevnda søgu, ið er altjóða metsølubók um trúboðarahjún í Nebraska, sum missa fýra ára gamla sonin, sum tó livnar aftur.

Eingin Norðurlendskur biografur vil vísa filmin, uttan Havnar Bio, sum við loyvi frá danska útleigaranum hevur fingið filmin beint úr USA uttan danskar undirtekstir.

- Hann rakar nógv breiðari, enn eg helt, sigur Jákup Eli um Heaven is for Real. Áskoðararnir eru ein blandingur av vanliga biografgangaranum, og so fólk, sum aldri hava verið í biograf hjá okkum áður. Filmurin fer at ganga so leingi, fólk koma, sigur Jákup Eli í Havnar Bio.

Fleiri áskoðarar í Havnar Bio eru knýttir at átrúnaðarligum samkomum í Føroyum.

- Filmurin staðfesti, at tað sum hevur verið prædikað í øldir um ein himmal, er veruleiki, sigur ein áskoðari, sum vil vera ónevndur. - Hóast nógv royna at burturforklára, og hava onkra merkiliga teori um, hvat hetta er fyri nakað, kann hesin fýra ára gamli drongurin í filminum staðfesta, at eftir hetta lív er ein himmal.

Ein annar áskoðari takkar Havnar Bio fyri at vísa filmin, hóast onnur lond vraka hann. - Annars haldi eg at atmosferan var fantastisk, tá filmurin var liðugur. Fult av fólki, og ein gleði og friður. Fólk høvdu hug at syngja við sanginum, sum tá bleiv spældur. Tað var deiligt!

- At leita á løritinumm eftur sannleikanum, er nútíðarmenniskjanum so líkt, sigur Símun Ósá. - Men eftir situr spurningurin altíð, tá løriftið roynir at fortelja tær sín boðskap, hvat var veruleiki og hvat var fiktión? Hesin filmur er á serstakan hátt sannførandi við ivandi pastorinum, "we will, we will, rock you", teim læandi einglunum, teim biðandi brandmonnunum, vittigheitunum og ikki minst tað so ómetaliga sannførandi andlitsbrái hjá smádronginum, hóast best man vera at lurta eftur Móses, Paulus og Esaias, sum ikki hava verið gjøgnum eina væl snikkaða pengamaskinu, ið dreygar sannleikanum ein veg, ið kitlar betri í oyrunum, enn ein annar. Men trúarstyrkjandi er tað, sigur Símun.

Her er meira um filmin, sum so nógvir føroyingar vilja síggja.