28.8.14

Arkitekturur í tí allarheilagasta


Um dagarnar varnaðist eg fyri fyrstu ferð eina lítið eiggiliga hitapumpu á vakra svarta vegginum í sambygdu húsunum, har sum løgtingshúsið var í 1696, undir Kjallara, har eitt søguligt runt glaseygað eisini stendur í vegginum hjá Müller. Hitapumpan, sum objektivt betraktað er óalmindiliga ljót at síggja á almenna farvegnum við hópin av ferðafólkum, er beint innanfyri hvíta trappuskjøldurin, sum fyrr var radioverkstaður og nú hýsir Ferðaráðnum, einum av vakrastu bygningum í Havnini. Rusturin, sum rennur úr pumpuni, ber boð um, at hon langt síðani er sett á henda søguliga vegg. Hvør tekur støðu til tílíkt arkitektoniskt herverk, veit eg ikki. Men kanska hevur viðkomandi hugsað, at beint innanfyri er veggurin á gamla Sjóvinnubanka klæddur við eini Hollywoodkulissu, sum eg haldi vera stak vakra, men onkur hevur helst hugsað: hví ikki gera arkitektoniska herverkið fullkomið millum pengasterkastu skrivstovur í Norðuratlantshavi? Ikki veit eg, men hitapumpur eru objektivt betraktað ljótar. Óalmindiliga ljótar. Settar á ein søguligan vegg í elsta parti av høvuðsstaðnum, fær ikki hjartað at pumpa heitari fyri arkitekturi og burðardygd mitt í Havn.