Skip to main content

Carl Jóhan leggur fram


Aldri áður hevur so nógv fólk verið savnað í Steinprenti sum fríggjakvøldið, tá Carl Jóhan Jensen legði fram nýggju skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik. Tað er aftur forlagið Sprotin í Vestmanna, sum gevur út. Sámal Blak hevur gjørt permuna og Sonja Kjølbro hevur umbrotið tekstin, sum er á 520 blaðsíðum. Seks teirra kunnu lesast á heimasíðuni hjá Sprotanum, har bókin eisini fæst sum e-bók.

Fyri níggju árum síðani hevði eg viðtal við Carl Jóhan um fyrru bókina, Ó - søgur um djevulskap, sum undir yvirskriftini Millum trúboðarar og vampýrar kom á forsíðuna á Dimmalætting 11. november í 2005. Tá segði Carl Jóhan: "Eg havi hvørki hug ella áneyðir at lifra fyri nøkrum. Og alraminst teimum longu rollum av tvætli, ið summi púra ósmæðið lata prenta eftir seg í bøkur og bløð. Tað nógva, sum rópar seg upp á skaldskap, er sjáldan nærri í ætt við bókmentir enn jarm er við operu. Um eg eri bangin fyri ummælum? Nei, eg kenni meg á toluliga tryggari grund og tori uttan at blunka at siga, at Ó – er týdningarmesta prosaverk í føroyskum bókmentum tey seinastu tretivu, fjøruti árini." Hetta sama bersøgni tók forleggjarin, Jonhard Mikkelsen, fram í væl upplagdari røðu, serliga um tíðina á vikublaðnum Fregnir, nú nýggja bókin hjá Carl Jóhan varð sett til sølu.


Kinna Poulsen, sum rekur nýggja Listaportalin, hevði lisið nýggju stóru bókina hjá Carl Jóhan. Hon helt seg ikki til at greina bókina út í æsir, men segði millum annað: "Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen er hvørki lokal ella national, hon er í grundini nógv størri enn spurningurin um úr hvørjum landi ella landsparti vit koma. Hetta er søgan um hvussu óndskapur, girnd og óreinska undir røttum fortreytum og kærleikatroti fær brotið sær veg gjøgnum ússaligar lagnur og menniskjaligan veikleika til at gerast ein heil skipan, sum er grundað á viljan til at gera gott fyri tey nógvu, men sum er gjøgnumperverterað av múgvumentalitetinum og trongd múgvunnar at finna onkran at skylda uppá. Hetta er ein stór, altjóða søga, ein ferð inn í myrkrið sum hjá Joseph Conrad í hansara Heart of Darkness, sum hjá Lars von Trier í Europa-triologiini og í Breaking the Waves ella í 1900 hjá Bernardo Bertolucci. Men at talan er um eitt avrik hjá Carl Jóhan Jensen, kann eingin lesari ivast í. Málið er óvanligt og ríkt, skaldsøgan er ómetaliga samansett.


Veruleiki og fiktión er blandað saman og fragmentariska, kaleidoskopiska árinið hevur við sær, at hesin lesarin í løtum kendi eitt ávíst lyndi á sær til hugspjaðing og uppvask. Men nú veit eg, at meira tú lesur og longur tú kemur inn í bókina, jú minni letur tú teg ørkymla av tí formliga. Eg ætli mær als ikki undir at greina alt innihaldið í bókini her – bókin er ov drúgv og kompleks til tað, og tó at eg havi lisið hana, eru helst nógvar bókmentaligar og søguligar tilsipingar, sum eg ikki havi fingið við í fyrsta umfari. Hetta er ein bók, sum kann lesast fleiri ferð. Eg rokni við, at kjak verður um kvinnuskoðanina í bókini og tá er umráðandi at minnast til, at kvinnuskoðanin í bókini bæði hevur við tað lýsta tíðarskeiðið at gera og at hugburðurin í sær sjálvum er eitt týdningarmikið lyndiseyðkenni hjá fleiri persónum í bókini.


Tað er ikki lukkuligt sum konurnar eru óreinar og ljótar allar sum ein. Teirra lív snýr seg um menn so ella so, og tær eru allar avmarkaðar í konu- móður ella frillu-líki. Høvuðspersónurin er sum ein annar Edvard Munch, hann ræðist kvinnuna og hennara lokkandi evni til at tendra kærleikans einstaklingaupploysandi megi. Lesarin skilir spakuliga, at tað av sonnum er sum hjá Munch, at eisini Einarson er fullkomiliga uppslúktur og hugtikin av kvinnum, og at tað er m.a. óeydnusamur kærleiki, sum leiðir hann yvir í anstygdina. Sum heild er Benedikt Einarson yvirhøvur ikki ein høvuðspersónur, ið er lættur at halda av, ein sjálvhátíðarligur kvinnuhatari, ein ótrúgvur, ábyrgdarleysur persónur, sum rótar seg út í alt møguligt merkiligt. Og sjálvt um vit í skaldsøguni fáa allar hansara grundir lýstar væl og virðiliga, er lesarin neyvan serliga harmur um morfinsproytuna, sum ger enda á honum. Samstundis er Benedikt Einarson ómetaliga væl lýstur sum persónur, menniskjansliga sjálvsøknið og girndin tykist næstan ítøkilig í bókini, eg veit meg heldur ikki hava lisið so um somu tíð detaljeraðar og í grundini óbehagiligar lýsingar av mannligum seksualiteti áður.


Fleiri staðni í bókini, mátti eg leggja bókina eina løtu fyri at sodna brot, antin tí tey eru so óhugnalig ella tí tey eru skelkandi væl skrivað, hetta er t.d. galdandi fyri ta blóðdryppandi lýsingina av upplivingum, yvirsjónum og perversiónum, sum ein eysturríksk femme fatale, Jora Thal er úti fyri, ið minna um lýsingar hjá týsku ekspressionistunum, Ernst Kirchner m.a. Hetta eru sansandi og kaleidoskopiskar myndir við grellum litum, sum eru fullar av líðing, aggressión og disharmoni. Myndir, ið sum heild eru daprar og fullar av iva mótvegis tilveruni. Samanumtikið er “Eg síggi teg betur í myrkri Forspæl til ein gleðileik” ein bókmentaliga og listarliga sæð sera ambitiøs bók, hon er poetisk og filosfisk og háfloygd, men við stuttligum trivialbókmentaligum sprelli, damum og kulørtum nazistum, har s/s Lyra gerst átøk eini Orientekspress."


Frá Kringvarpinum vóru Hans Petur Hansen og Suni Merkistein til staðar og dokumenteraðu løtuna meðan fototólini glintaðu og sonurin, Jóhan Fríðrikur, sang og spældi nakrar vælvaldar sangir. Øll tey møttu, eg tosaði við, vóru spent at vita, hvat veturin í Kringvarpinum mundi fara at bjóða á mentanarliga økinum í varpunum báðum. Ikki sørt at júst mentan í miðlunum var stóra kjakevnið, tá formelli parturin av framløguni var liðugur. Og tað vóru ikki bara illbrýntar skonir at síggja. Nei, lagið var gott, tí hetta var ein veitsludagur mitt í Havn.