Skip to main content

Gjógv í sólsetri


Sólin stóð sterk og hvøss á filmsløriftinum við Gjógv í dag. Øll bygdin var ein náttúrubiografur í sterka seinrapartsljósinum.

Í oktober í fjør var sýnið á sama biograflørifti hetta:

Rusturin á skrellispannslokinum og í rukkublikkstekjuni á hjallinum spæla livandi millum veggja, og niðurfallin hoygghúsloft konstruera strammar grafiskar rípur upp móti reinu í luftini.


Sama stranga grafiska litspæl er í bátadráttinum og trappunum oman og niðan í gjónni.


Ovast í gjónni, omaná spælinum, sum dregur bátarnar niðan, hevur bygdaráðið gjørt eitt kaffipláss til ferðafólk. Við borðini er besta sýni yvir gjónna og bygdina. Setandi sólin teknar skuggan av myndamanninum mitt í bátinum niðri í gjónni..


Niðan frá kaffiplássinum ber til at ganga ein túr í hagan eftir eini uppmerkari gøtu og kanska enda í Ambadali.


Vit fara ikki eftir hagagøtuni, men eftir gøtuni oman Bakka og út á lendingina, har brimið úr Djúpunum brýtur inn móti Flesjunum meðan Kallurin og Borgarin síggjast í baksýni


Børnini spæla í ánni, sum ber heitið Stórá, ið sæst sekstan ferðir á nýggja Føroyakortinum og man vera mest brúkta heitið í landinum. Gjógv er eitt feriuparadís, sum tykist duga væl at lofta tiltakandi ferðafólkastreyminum.