Skip to main content

Malta fyri føroyingar


Brúkaratænastan Tripadvisor, veit í morgun at siga, at nú leita ferðandi føroyingar mest eftir Mellieha á Malta og síðani eftir Akureyri í Íslandi og Nice í Fraklandi. Altso teir føroyingar, sum vilja búgva í íbúð. Øll tey mongu, sum eru í íbúð á Barcelonaleiðini, brúka kanska ikki internetið ella Tripadvisor. Sagt verður um maltesisku íbúðina, at 'the kitchen/dining area comes with south facing terrace, the perfect spot to relax and unwind after a day of sightseeing.' Eri rættuliga vissur í at hetta eru íbúðirnar sum Dansk Folkeferie bygdi í 1970'unum og sum eg sjálvur fjórði búði í summarið 1980, og teknaði eina gøtu í Valetta við Rotring penni eftir vegleiðing um hvørvingarpunkt frá Børge Petersen á Læraraskúlanum, ið fekk tekningina og aðrar við á Ólavsøkuframsýningina í 1983 ella 84, sum var í Norðurlandahúsinum. Hann hevði nógv at týða fyri okkum, Børge. Haldi at Jens Pauli Heinesen eisini hevði búð á sama stað á Malta. Skilji væl, at føroyingar og kanska oyggjabúgvar yvirhøvur dáma væl henda stað og ferðamøguleika. Enn er summarið ikki av.