Skip to main content

Monaco di Baviera


Skuldi koyra frá Malpensaflogvøllinum í Milano gjøgnum Liktinstein og norður um markið til München í Týsklandi. Steðgaði við Comovatnið at fáa eina kalda limone, tá ein gulur skúlabussur rullar inn á plássið. Ein riðil av garterandi børnum, sum øll tosa italskt, stíga úr bussinum. Í bíðiraðnum við kioskina spyrja tey, hvaðani eg eri og hvar eg fari.

- Eg skal til München, sigi eg og geri meg týðuligan. Tey ivast, so eg sigi á enskum Mjúnik, Olympics you know, Oktoberfest und alles, og eri um at gera eina óhøviska rørslu við fyltum lógvum framm fyri bringuna, men aftri meg, tá italska skúlafrøkunin hyggur upp úr protokollini, har hon hevur sett seg við kampingborðið, meðan Comovatnið blinkstrar í baksýni.

Frøkunin blaðar upp í skúlaferðaætlanini og peikar við uppsettum hári og svørtum hornbrillum á triðstørsta týska býin, sum er beint fyri norðan, og sigur forloysandi italsku orðini:

Monaco di Baviera!



Børnini, sum eisini skulu hagar, tí heimbýur teirra, Verona, og Monaco di Baviera, eru vinabýir, hava fingið svalandi sjokulátaísar við nøtum og renna væl nøgd í ring.

Hugsa tær, at skúlabørn, ið ikki tosa málið, skulu finna til týska býin, sum á italskum eitir Monaco di Baviera. Ikki tí, hann er beint norðanfyri, har børnini ganga í skúla, vinabýurin. Og einki vita vit, her vit siga München, og ikki vita av, at onnur siga annað.

Heimafturkomin bjóðar Norðurlandahúsið til konsert við Onnu Faroe og gittarsnillinginum Norge, Kaare Norge. Tað er leygarmorgun og Alabama hoyrist í útvarpinum, nú ruddingardagur er, og eg fari í grønu Kansas buksurnar, tí niðurlendsku Faeroe kovboybuksurnar frá G-Star Raw passa ikki longur. Um kvøldið hoyri eg um Ravna Gora og fái mær eitt Bounty, nú einki Tahiti fæst longur. Kølnaravatnið lati eg standa. Hugsi um gamla Kalsoy, kvøldskúlaleiðaran Nólsoy og málaran Mikines. Ovast á plátubunkanum liggur Stefán, sum fekk sær alt landið Ísland til eftirnavn, og skeinki mær té í China, sum tey kalla steintoy í Bretlandi, meðan eg varnist, at Mafia er ein oyggj í Tansania og at gjaldoyra í Botsvana rópast Pula, eins og vinabýurin hjá Verona, hvørki meir ella minni.

Eg spyrji bara, hvussu skal eg orka henda dag at finna runt í Verðini, uttan at blíva grønur í høvdinum, tí einki eitir, sum tað eigur at eita?

Komin til Monaco di Baviera er gott at fara í ein bretskan Biergarten at fáa eina kalda týska undir leyvi frá Eldlandinum.