Skip to main content

Nakin undir opnum himni


Íslendski myndlistamaðurin Helgi Þorgils Friðjónsson (f.1953) málað henda risa stóra oljumálningin í 1995. Heitið er Havsins fiskar, sum nakni maðurin í eins naknu náttúruni livir av í berliga Útnorðuri, meðan heimsins ljós verða kastað á hann. Fremst fyri eru teir fiskar, hann helst vil vísa, fuglurin og speglandi hendurnar eru í miðjuni og aftast, goymd burtur aftanfyri bleyta mannin, sum situr undir opnum himni og einki stað hevur at fjala seg í, eru havsins súgdjór. Edward Fuglø valdi henda málningin at mynda framsýningina Veiðimentan i Útnorðuri, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 2001. Ein vælvald ikonografisk mynd, hóast grønlendingar hildu, at maðurin var nakað bleikur.

Málningurin omanfyri lýsir okkara viðkvomu støðu, nú fremmandafólk koma higar og vilja hava okkum at steðga grindadrápi. Steðga vit ikki, so hanga tey okkum út sum teir blóðtostandi barbarar, sum tey ikki bara siga at vit eru, men eisini føra prógv fyri at vit veruliga eru. Prógvini eru myndir og filmstubbar, og evsti dómstólurin er fjórða statsvaldið, pressan, sum ikki hevur stundir til turrislig tøl og fakta, men gongur eftir sex og sølutølum. Í roynd og veru er tað pressan, ið er blivin fólkafíggindi nummar eitt, serliga hjá okkum beint nú.

- So sum tingini nú útvikla seg dag fyri dag, sýnist alneyðugt, at almennu Føroyar seta eina GrindaTaskForce beinanvegin, sigur Høgni Rasmussen, stjóri i Sansum. - Orsøkirnar eru tríggjar: 1. Ágangurin gerst alsamt størri frá SS. 2. Føroyingar øsa seg meira og meira inn á SS við fysiskum reaktiónum og ógvusligum skrivligum reaktiónum á sosialu miðlunum og aðrastaðni. 3. Vit í norðurhøvum (Arktis/Norðuratlantshavi) kunnu fáa trupulleikar, sum røkka langt út yvir grindadrápið, um vit ikki byrja at kunna um okkara livilíkindi. Hesir trupulleikar kunnu koma at fevna um alivinnuna, hvítfiskavinnuna, oljuboring umframt grind, kóp og aðra veiði á okkara leiðum, heldur Høgni.

- Møguliga er tað eitt positivt tekin fyri okkum, av tey nú taka avdankaðar stjørnur henda vegin, sum soleiðis fáa longt sína tíð við fame í fimm minuttir. Men stjørnurnar geva umtalu, sum aftur gevur SS meira pengar í kassan, so um tað er desperatión, so letur tað til at tað loysir seg, at fáa stjørnurnar henda veg. Tað góða fyri okkum er so, at enn eru tað ikki tey allar kendastu, sum eru komin til Føroya, sigur Høgni Rasmussen, sum heldur at, tað er brúk fyri stýring.

- Føroyar eru hersettar av upp móti 100 SS herfólkum, sum visuelt og upp á aðrar mátar uppføra seg sera provokerandi. Helst fyri at fáa Føroyingar til at leypa fram av. Og tað kann snilt fara at eydnast teimum. Tað er sera týdnigarmikið, at vit ikki leypa framav.

Oscarvirðislønti heimildarfilmurin The Cove (2009) lýsir bygdina Taiji í Japan, meðan tey halda springarar til í víkini, tí heitið, The Cove. - Eydnast tað teimum bara at gera ein mini The Cove film, so standa vit illa í tí. Tí eru allar orsøkir til at vera serstakliga vakin, sigur Høgni Rasmussen, sum er ein av undangongumonnunum í føroysku lýsinga- og samskiftisvinnuni.

Ein grindamaður úr somu japansku bygd, Taiji, var í Føroyum í 2002 og skar upp á bryggjuni í Klaksvík, tá altjóða ráðstevnan World Council of Whalers var her. Tá var felagsskapurin High North Alliance í gongd og savnaði øll veiðumannafeløg í Norðuratlantshavi. Felagsskapurin, sum ikki er til longur, var ein sterk rødd móti ágangandi fjølmiðlum í kjalarvørrinum av hvalaveiðuni og kópaveiðuni, sum var í 1990'unum.

- Uppgávan í dag liggur eftir mínum tykki hjá teimum í Føroyum, sum tá vóru við í High North Alliance, at taka samstarvið uppaftur, og venda sær til gomlu starvsfelagarnar í grannalondum við eini áheitan um aktivan stuðul móti 'fjasinum', sum ger seg galdandi beint nú í Føroyum, sigur Kate Sanderson, sum var stjóri í NAMMCO og nú er sendikvinna í Brússel.

- Hetta, sum vit eru vitni til í Føroyum í løtuni, er ikki ein serføroyskur trupulleiki, hóast ásannast skal, at tað er sera áleypandi beint her og nú í okkara lítla umhvørvi, sigur Kate og undirstrikar, at fiskimannafeløg allastaðni á okkara leiðum eiga eisini at vera virkin í hesum kjaki.

- Um vit hava trupulleikar við at argumentera fyri at drepa grind, so mugu vit gevast, sigur Høgni Rasmussen. - Vit kunnu verða noydd at gevast orsakað av trýsti á okkara útflutningsfyritøkur. Ein møguleiki er so eisini at fara yvir til at hava grindasafari í staðin fyri grindadráp. Men eg meini avgjørt, at vit hava góð argument fyri at drepa grind. Stovnurin verður troyttur burðardygt og drápið er so “humant” sum tað ber til, sigur Høgni, sum at enda spyr: - Tá vit hava so góð argument fyri at drepa grind, so dugi eg ikki at síggja, hví vit skulu steðga. Og so er eitt afturat, Hvat verður tað næsta eko-kolonialistar fara eftir?