17.8.14

Vit skulu finna ein føroyskan drykk


Leif Sørensen hevur sett sær fyri at gera minst ein, helst fleiri góðar føroyskar drykkir. - Akkurát hvørjar, vita vit ikki fyrr enn fleiri royndir eru gjørdar. Men eyðkennið skal vera føroyskt, so drykkurin kennist sum serføroyskur, sigur Leif, ið arbeiðir í foodlab køkinum í iNova granskarasetrinum við Hoyvíksvegin í Havn.


- Støðið verður tikið í plantum, men annars verður brúkt alt tað, sum kann hjálpa okkum at gera ein føroyskan drykk. Einki líknandi er gjørt í Føroyum áður, og tí finst eingin vitan um hetta, sigur Leif.

Í juli 2012 var hann saman við øðrum føroyingum á rannsóknarferð á skotsku oynni Islay, sum er hin sunnasta í Innaru Hebridunum. - Vit prátaðu við plantufrøðingar og destillatørar, og fingu gott innlit í teirra arbeiði.

- Arbeiðið hjá okkum verður fyriskipað soleiðis, at nógvar royndir verða gjørdar, fyri at kanna hvussu smakkur best fæst úr hvørjari føroyskari plantu. Vit kunnu spyrja, um til dømis hvonn verður best, tá hon er nýheintað? Ella gerst hon betur fryst? Hvussu leingi skal hon liggja í spritti? Kanska verður hon best, tá ið hon trekkir í tríggjar vikur í spritti? Vit vita, at reinfann verður best tvær vikur í spritti, liggur hon longri verður hon beisk. Tí mugu gerst minst tólv ymisk ‘sýni’ av hvørjari plantu, fyri at finna besta hátt at útvinna smakk úr henni. Tá hesi sýni eru gjørd og tulkað, skulu tey tynnast til rætta smakkin. Hesir smakkir eru fundamentið undir drykkinum, sum skal gerast. Síðani fer laboratoriuarbeiði í gongd, og sjussað verður fram og aftur. Hetta er drúgt arbeiði, og fer at taka langa tíð, sigur Leif og ger vart við, at planturnar vaksa í stórum tali kring landið, so vandi er ikki fyri at tær verða týndar.


Leif hevur serligan alsk til at gera mat úr føroyskum rávørum, har planturnar hava fylt nógv. - Eg havi lisið tað mesta, sum finst um plantur og mat í Føroyum, sigur Leif, sum læs lívfrøði á Háskóla Íslands, innan hann gjørdist kendur sum kokkur