Skip to main content

West Hercules í havsbrúnni


So sæst West Hercules í havsbrúnni. Havnameistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, er loðsur, nú borðipallurin skal inn á Skálafjørðin at verða umvældur. Tað er ikki hent áður. West Hercules hevur borðað fyri Statoil og eftir umvælingina, sum MEST stendur fyri, fer borðipallurin til Nýfundlands. Havnameistarin í Runavík sigur, at West Hercules verður sigldur inn á fjørðin og lagdur fyri íla útfyri Runavíkar havn. Samstundis heitir havnameistarin á skip og bátar, sum er í økinum, tá boripallurin fer ímillum oyggjar og um firðir, at taka atlit til støddina og manøvrumøguleikarnar hjá West Hercules ta løtuna, hann brúkar um at sigla av Eystnesi inn á Skálafjørðin.


- Ætlandi verður West Hercules liggjandi á fjørðinum í nakrar vikur. Nógv umvælingararbeiði skal gerast, og nógvur flutningur verður ímillum land og boripallin hesa tíðina. Fyrstu tíðina verður serliga nógv kavaraarbeiði, tí er tað ógviliga umráðandi, at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá virkisøkinum kring um boripallin. Runavíkar havn áleggur tí øllum bátum og skipum, sum ikki eru tengd at West Hercules og umvælingararbeiðnum, um ikki at koma nærri boripallinum enn 250 metrar. Hetta er galdandi frá komu til fráferð, sigur Tórbjørn Jacobsen, havnameistari í Runavík.