19.9.14

Anything is a mirror


Í dag læt upp framsýningin Anything is a mirror við málningum eftir Hansinu Iversen (f.1966) í Listasavni Føroya. Dánjal á Neystabø spældi á klaver og sang, innan Nils Ohrt, savnsstjóri, greiddi frá um framsýningina, bókina, sum Lisbeth Bonde hevur skrivað, og øll tey, ið høvdu hjálpt til og stuðlað. Nils Ohrt sigur í innbjóðingini, at føroysk myndlist er bara sløk hundrað ára gomul. - Av somu orsøk hava kvinnulig listafólk, sum jú hava gjørt vart við seg tey seinastu hundrað árini, havt ein nógv størri leiklut enn í longru og meira æruverdu listasøguni í øðrum londum. Arvurin eftir Ruth Smith og Elinborg Lützen heldur fram við fleiri gávuríkum yngri kvinnum, og her stendur málarin Hansina Iversen (f. 1966) á odda við sínum sterku og óvikiligu málningum.


Mótsett flestu listafólkunum í síni samtíð knýtir Hansina Iversen seg til eitt so óføroyskt fyribrigdi, sum ta altjóða nonfigurativu listina, tað veri seg  ítøkiligu listina einumegin og abstraktu ekspressionismuna hinumegin. Tað merkir ikki, at hennara list ikki hevur føroyskan íblástur, men listabúnin er fyrst og fremst alfevndur og snýr seg um anda, kropp og lív.


Málningarnir hjá Hansinu Iversen eru bæði cool og hot. Teir vællýstu og sterku litflatarnir í tvítýddari rúmkenslu hevur hon í felag við tann analytiska partin av nonfigurativu listini. Hana ríkar hon við organisku skapunum og teirra dynamiska lívi ofta við mjúkum, men av og á eisini við ógvisligum kompositiónum. Slóðin eftir penslinum og ymiska upploysingin av skapunum bera eisini boð um, hvussu glað Hansina er fyri abstraktu ekspressionismuna og ikki minst amerikanska list.


Seinastu ferð, Hansina Iversen sýndi fram á Listasavni Føroya, var í 2003, og nógv er hent í hennara list síðan tá. Hon er vorðin ljósari, lættari, djarvari og meira virtuos - uppá tann góða mátan! Málningarnir á framsýningini eru eisini málaðir hetta seinasta árið, og sum nakað nýtt hevur Hansina í tvær vikur fram til upplatingina málað ein  risamálning til skilaveggin á savninum - tvær ferðir sjey metrar!


Listin hjá Hansinu Iversen er klár, orkurík og sansalig og tí lætt atkomulig, men við sínum nonfigurativa dámi er tað eisini torført at kenna nakað aftur í henni, kunnu vit øll semjast um. Hon hevur tí ynskt sær eitt heiti úr eini útsøgn hjá tí non-figurativa, amerikanska málaranum Agnes Martin: Anything is a mirror. Og hesin spegil sipar til, at tað er í sálini á hvørjum einstøkum áskoðara, at nakað kennist aftur, og meiningin sprettur fram, tá hugt verður at hennara myndum.


Men tað er heldur ikki neyðugt. Vit kunnu bara hyggja - og kenna. Tá vit sleppa orðunum, gloyma vit okkum sjálv. Og tá tað eisini hendir í einari fragdaruppliving, kennist tað í grundini sum tað, ið rópast lukka, segði Nils Orth, savnsstjóri, millum annað í vælupplagdum fyrilesturi, innan framsýningnin lat upp.


Framsýningin Anything is a mirror er opin í Listasavni Føroya frá í dag til 30. november í 2014. Og afturvið dynamisku nonfigurativu myndunum ber eisini til hjá børnum at spæla við og endurspegla linjurnar í søguni í reinum kropsrørslum mitt a gólvinum.