18.9.14

Borgaradrivið sjónvarp


Í kvøld havi eg fegnast so ovurhonds um sjónvarpið. Ilt er at siga akkurát hví ein fegnast um eina heila kvøldsending í sjónvarpinum frá sjey til tíggju, tí har vóru so nógvir tættir, medarbeiðarar og vinklingar. Men ein av afturvendandi tættunum vóru tey nógvu medborgaravendu innsløgini, sum øll høvdu við evnið at gera, Skotland í okkara føroysku eygum. Kvalifiserað fólk úr yngra endanum, serliga Oddur á Lakjuni, sum bæði í útvarpi og nú aftur í sjónvarpinum, hesuferð saman við Beintu Løwe, hugtók við lýsandi aktuellum perspektiveringum úr Skotlandi og sunnan fyri markið eisini, og so Ronnie Thomassen, ið saman við Óluvu Zachariassen smakkaði whisky frá fólkaatkvøðuárinum og spýtti útaftur, meðan tosað var um torv og skift var til Høgna, sum tosaði við Heina live úr Edinburgh. Og so Sissal, ið snakkaði um abortin, sum ikki fekst aftur undir beltið, um Skotland nú kastaði burtur. Og øll hini eisini. Undirhaldandi og borgaradrivið sjónvarp í einum og øllum, hóast eg gjarni vildi verið okkara djúpt pínligu heimastýrispolitikarar fyriuttan, tá teir fyri opnum almannaskermi greitt lótu okkum vita, at í Føroyum eru vit ikki búgvin til fólkaatkvøðu. Takk fyri tað, tykkara lortendar. Men kæra sjónvarp, veit ikki, um eg nakrantíð áður so leingi havi havt ein óbrotnan varhuga av, at í kvøld arbeiddi sjónvarpið fyri meg og allar forvitnar føroyskar borgarar, heima og burturi. Niður í hvønn smálut. Veldutt, óansæð hvat úrslitið av skotsku fólkaatkvøðuni verður í morgin. Fer almannamiðilin at arbeiða so væl og miðvíst við so góðum fólki fyri føroyska borgaran, so koma vit skjótt eins langt og Skotland. Yes, we can!