23.9.14

Ja, tað er ein felags uppgáva


Ferðaráðið hevur gjørt nýggjan ferðafólkafilm, sum vit verða biðin um at deila á netinum hósdagin klokkan trettan. Tað geri eg fegin, tí hetta er júst ein felags amboðskassi hjá okkum speidaraføroyingum, eisini okkum, sum bara ganga á sløttum og ikki herja á fjøllini hvørja fríløtu. Tað geri eg fegin og púra fyri einki. Tjóðarbygging er eitt alment felagsmál og spesifikt mítt hjartamál.  Men nú almenna ferðavirksemið bleiv privat og eksploderaði í peningajáttan, er tað spell, at tað ikki lupu einar hundrað krónur av til rættlestur. Eitt av fyrstu orðunum er natúrligvís Føroyar. Okkara brand. Okkara aktiv. Okkara felags ogn. Eitt fleirtalsorð, sum upplesarin og teksturin ikki veit av er fleirtalsorð, hóast tað verður sagt í øllum orðabókum, sum eisini slepst til púra ókeypis á netinum, til dømis www.obg.fo. Sagt verður í vetrarstuttfilminum fyri áttahundraðtúsund krónur, ið er sama upphædd, sum allur spælifilmurin LUDO kostaði, at: “Føroyar hevur brúk fyri tínari hjálp”. Ja, tað hoyri eg faninme, at hetta førjabrandingartingið hevur brúk fyri mínari hjálp. Men hví ikki søkja sær hjálp í tøkum tíma? Hví hevur ein evarska lítil rættlesari ikki fingið part í einum horni av felagsskensluni, netverkinum og sosialu miðlunum í brandingini og strategiini hjá Ferðaráðnum? Var tað ov dýrt? Annað er, um okkara kjera felagsátak er í tráð við góðan sið, tá umræður marknaðarføring á sosialum miðlum, so sum Brúkaraumboðið orðar hesi viðurskifti, tá vinningur verður veittur afturfyri. Livst, so ferðast.