7.10.14

At myrða við skrivaraborðið


Fríggjadagin 10. oktober kemur bók um at skriva krimi á føroyskum. Høvundur er Jógvan Isaksen (f.1950), sum eg avmyndaði á bókamessu í Göteborg í fjør. Heitið á skotsikru bókini er At myrða við skrivaraborðið við undirheitinum Hugleiðingar um krimi. Permuna gjørdi Barbara Myhre Isaksen.


Í  ár eru 25 ár síðani, at Jógvan Isaksen fór undir at skriva Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sum kom út í 1990. Henni á baki eru komnar 13 krimibøkur til bæði børn og vaksin, og í novembur fer eitt níggjunda bind um Hannis Martinsson at koma út.

At myrða við skrivaraborðið  sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini samanum føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um krimibøkurnar hjá høvundinum sjálvum, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til hvørja einstaka krimisøgu frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990) til Prædikarin (2013). Í bókini eru oman fyri 200 bíløt av rithøvundum og permum frá Illustrerede Klassikere um Jan-bøkur, Sherlock Holmes og Agathu Christie til ein modernaðan amerikanskan høvund sum Michael Connelly.


Í hesi bók verður at kalla bara víst til krimitilfar sum íblástur til skrivingina, men høvundurin sigur seg havi lisið so ómetaliga nógv meira av øðrum bókum enn av krimi. Fyri at tað ikki skal gerast ov drúgført, hevur hann kortini hildið seg til krimiheimin og bara nevnt hendinga annan høvund, tá ið hann hevur hildið, at viðkomandi hevur latið eitt íkast til sínar bøkur. Størstan týdningin metir hann Heðin Brú at hava havt, tí bøkurnar hjá honum hevur hann lisið so ofta, at hann nærum dugir tær uttanat. Hansara livandi og fjølbroytta mál hevur altíð verið ein fyrimynd.

Jógvan Isaksen: At myrða við skrivaraborðið. Hugleiðingar um krimi. Barbara Myhre Isaksen gjørdi permuna. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnu Studentafelagsins gav út. 141 bls. við 230 myndum. kr. 250.