30.10.14

At skriva er at liva


At skriva er at liva. Tað mann H. C. Andersen hava vitað, tá hann var á ferð, heima og úti, men altíð við penni og pappíri. At skriva er at liva. Og vilt tú læra at skriva, so er einki sum - at skriva. Einki annað. Einaferð var eg á einum frálíkum skriviskeiði hjá Oddfríði Marna Rasmussen á Háskulanum. Hugvekjandi og altíð hvessandi. Útvarpið hevur eisini latið skrivaða orðið hjá lurtarum koma til sín rætt, til dømis tá fyrsta Listastevnan varð hildin og útvarpað í 2001 og eisini givin út í bók Mjørki í heilum. Nú hevur Útvarpið lukkutíð aftur sett lurtaraskriving á skránna. 650 eru orðini og lærarin, Rakel Helmsdal, gevur evnið so hvørt. Frálíkt. Men tað tekur tíð at skriva, og einaferð segði Marianna Debes Dahl, at einasti, sum ikki fekk løn í føroyskari bókagerð, var upphavsfólkið sjálvt, rithøvunduri, ella rithøvundan, sum onkur hevur sagt. Men tað stendur kortini ikki á at fáa fólk at skriva til upplestur í útvarpinum, skilst, og tað beint til lurtaran. Nógvar søgur koma inn. Tí fellir tað mær fyri bróstið, at hóast hesa undirtøku, so verður sami vinnari funnin hvørja ferð. Øll hava vit gingið í skúla og vita inn at beini, at tað ringasta er at verða settur til viks, samstundis sum sami næmingur, helst á fremsta beinki og við stjørnu á hvørjari síðu, altíð verður valdur og borin fram sum góða dømið í flokkinum. Tá er okkurt spinnandi galið við setningi og lærugongd. Ikki tí, eg skrivi blogg, og havi ikki sent 650 orð til Útvarpið og eri tí ikki millum tey vrakaðu. Men skrivið, vælsignaði skrivið. Eisini tit, sum vórðu vrakað í Útvarpinum. (Her vóru 277 orð).