14.10.14

Bókaheyst í SMS


Í dag var lív í bókahandlinum Riti og Ráki í SMS. Eftir at seyður varð flettur á torginum frammanfyri bókahandilinum, vórðu fyrstu føroysku bøkur løgdar fram í heyst, ein hjá Jógvani Isaksen, til vinstru og ein hjá Jóanesi Nielsen, til høgru omanfyri. Útgevari er í báðum førum Mentunargrunnur Studentafelagsins.


Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimun higartil níggju yrkingarsøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá fyrsta savninum Trettandi mánaðin í 1978 til fyribils seinasta savnið Tapet millum øldir í 2012. Nýtt yrkingasavn við Jóanesi kemur seinni í ár. Á ovastu hill sæst, hvør bók selur mest. Tað er At elska og liva hjá Jógvani Zachariassen, pastori í Lívdini.



At myrða við skrivaraborðið sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini saman um føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um bøkurnar hjá høvundanum sjálvum, Jógvani Isaksen, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til til ta einstaku krimisøguna frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi í 1990 til Prædikarin í 2013. Í bókini eru oman fyri 200 bíløt av rithøvundum og permum frá Illustrerede Klassikere um Jan-bøkur, Sherlock Holmes og Agathu Christie til ein modernaðan amerikanskan høvund sum Michael Connelly.


Jóanes Nielsen er føddur í Havn í 1953 og fór sum blaðungur til skips og hevur til seinast í 1990’unum starvast sum sjómaður og arbeiðsmaður. Síðani hevur hann skrivað mest sum burturav, og skaldskapurin hjá honum er ein hin mest lisni í Føroyum.


Tey seinnu árini hevur Jóanes eisini av álvara gjørt vart við seg í hinum Norðurlondum, m.a. tá forlagið Torgard gav út skaldsøguna Glansbílætasamlararnir í Danmark, og Jóanes er nú eisini á veg til Týsklands, eftir avtalu við Random House, sum er eitt av heimsins størstu bókaforløgum. Jóanes hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar bøkur. Í 1984 og aftur í 2012 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens, og í 2011 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes hevur eisini fingið Nordisk Dramatikerpris fyri sjónleikin Eitur nakað land week-end? og hann hevur verið stillaður inn til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fimm ferðir, seinastu ferð í 2013 fyri Brahmadellarnar.


Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út hesar bøkur eftir Jóanes Nielsen:
Yrkingar 2014. Yrkingar, 2014
Aftan á undrið. Sjónleikur, 2013.
Tapet millum øldir. Yrkingar, 2012.
Brahmadellarnir. Skaldsøga, 2011.
Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara. Yrkingar, 2007.
Glansbílætasamlararnir. Skaldsøga, 2005.
Brúgvar av svongum orðum. Yrkingar, 2002.
Eitur nakað land week-end? Sjónleikur, 2001.
Undergroundting 2. Greinir, 1999.
Pentur. Yrkingar, 1998.
Páskaódnin. Skaldsøga, 1997.
Kirkjurnar á havsins botni. Yrkingar, 1993.
Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. Skaldsøga, 1991.
Trettandi mánaðin. Yrkingar, 1978.


Jógvan Isaksen er føddur í Havn í 1950, men var undir uppvøkstrinum nógv í Gøtu, haðani bæði foreldrini stava. Studentur 1970 og las síðani á universitetinum í Århus og í Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur sitið í ritstjórnini á ymiskum tíðarritum, bæði føroyskum og norðurlendskum, og var frá 2000-07 høvuðsritstjóri á tíðarritinum Nordisk Litteratur – Nordic Literature, sum Nordbok undir Nordisk Ministerråd gav út. Er leiðari af forlagnum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Fekk í 1994 virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, í 2007 Heiðursgávu Landsins og í 2011 virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik. Jógvan Isaksen hevur skrivað bøkur bæði á føroyskum og donskum, og krimisøgurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál.


Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út hesar bøkur eftir Jógvan Isaksen:
At myrða við skrivaraborðið. Hugleiðingar um krimi,  2014
Prædikarin. Krimisøga, 2013.
Tann fimti maðurin. Krimisøga, 2012.
Deydningar dansa á sandi. Krimisøga, 2011.
Norska Løva. Krimisøga, 2010.
Sóttrøll. Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen, 2010.
Norðlýsi. Krimisøga, 2009.
Dulsmál og loynigongir. Ummælir, 2008.
Metusalem. Krimisøga, 2008.
Adventus Domini. Krimisøga, 2007.
Loystur úr fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú, 2006.
Jógvan Isaksen: Krossmessa. Krimisøga, 2005.
Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa, 2004.
Deyðin er drívmegin. Bókimentagreinir, 2002.
Ingálvur av Reyni. Onnur broytta útgáva. Saman við øðrum, 2000.
Á verðin, verðin! Skaldsøgan “Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen 1998.
Homo Viator. Um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal, 1998 .
Var Kafka klaksvíkingur? 26 ummælir, 1996.
Á ólavsøku. Summarkrimi, 1996.
Tann horvni kirkjubøstólurin. Skaldsøga, 1996.
Treð dans fyri steini. Bókmentagreinir, 1995.
Gráur oktober. Krimisøga, 1994.
Í hornatøkum við Prokrustes. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen, 1993.
Ingi Joensen. Saman við øðrum, 1992.
Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Krimisøga, 1990.
Ingálvur av Reyni. Saman við øðrum, 1989.
Amariel Norðoy. Yrkingar: Rói Patursson. Saman við øðrum, 1987.
Ongin rósa er rósa allan dagin. Um skaldskapin hjá Róa Paturssyni, 1986.
Føroyski Mentunarpallurin. Greinir og ummæli, 1983.