Skip to main content

DRESS í Steinprenti í morgin


Í morgin fríggjadagin 3. oktober kl 17:00 letur upp ein forkunnug framsýning í Steinprenti við listaverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Hóast ungur listamaður, hevur hann longu gjørt um seg, fyrst í Mullers Pakkhúsi við Kolonibox í 2009, síðani í Keypmannahavn, har hann nú býr, og í Malmø, har hann hevur nomið sær myndlistarliga útbúgving. Framsýningin í Steinprenti, ið ber heitið DRESS, er merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfar, ið verður brúkt til verkini, og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, vit vanliga sambinda við list. Dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, ið hann sær ein serligan vakurleika í. Listamaðurin er eisini áhugaður í poesi, antin tað snýr seg um okkurt hann finnur í blómubukettini hjá Mrs Dalloway, ella í leysum setningum og orðum, sum hann t.d. ber eyga við á einum pappkassa. Tað snýr seg um eitt áhugavert knýti millum tað ítøkiliga og óítøkiliga á framsýningini, sum eisini inniheldur videolist, gipsrelief og grafisk prent - alt sum partar av einari stórari installatión, ið  fevnir um alt framsýningarrúmið. Øll eru vælkomin á framsýningina, ið heldur áfram til 15. november í Steinprenti á Skálatrøð í Havn.