Skip to main content

Fullir dreingir í undirbuksum


Í kvøld sá eg fyri fyrstu ferð ein part í sjónvarpsrøðini hjá Ole Bornedal um danska kríggið í týska grannalandinum í 1864. Hefti meg við yvirskipaða myndabrúkið, serliga á bóndagarðinum, sum lýsti stættarmunir og hugsanir um eitt nýtt land fyri eina reina rasu, hina donsku, akkurát sum í stórfilminum 1900 (Novecento), sum Bernardo Bertoluccio gjørdi í 1976 og Filmsfelagið vísti í Sjónleikarúsinum. Bornedal brúkar akkurát somu filmisku frásøgusnildir, sum Bertolucci at lýsa italska fasistastatin. Ein vágin tanki, sum byggir á ein spennandi film, sum Danmarks Radio sýnir í átta pørtum. Hesin tanki um myndabrúk í almenna skattafíggjaða rúminum kom til mín, tá eg síggi at Kringvarpið allan dag hevur víst eina mynd av fullum dreingjum í undirbuksum. Fullir, giti eg at teir eru, tí øl stendur frammi, og hvat annað enn fyllskapur kann fáa dreingir at posera soleiðis? Fótbóltur kanska? Ella estetisk undantaksstøða? Ikki veit eg, men almennu redaksjónirnar vita kanska okkurt, sum eg ikki veit um myndabrúk í almennum skattafíggjaðum miðlum. Spyrst, so livst. Við ella uttan undirbuksum ein sunnudag.