24.10.14

Grót í skúlan!


Jarðfeingi lýsir í dag við tilboði til allar skúlar í landinum: Bíleggið føroysk grót- og steinsløg í einum snøggum skápi, sum altíð er klárt at taka fram, og sum eftir undirvísingina kann rullast uppá pláss aftur!

Undir yvirskriftini: "Fá tilfar og íblástur at kveikja áhuga hjá børnum og ungum fyri Føroya jarðfrøði", verður upplýst um skápið, sum sæst omanfyri. Tað er Uni Árting, jarðfrøðingur í Jarðfeingi, sum vísir einu skuffuna fram. Uni og onnur hava javnan skeið fyri lærarum í Nám, har myndin er tikin. Í Námi er altíð eitt skáp til skjals, so lærarar og skúlafólk kunnu síggja tilfarið og hvussu hent og snøgt skápið er í undirvísingini.

Í skápinum eru 7 skuffur, 36 grót- og steinsløg, skrivligt frálærutilfar, kort og leiðbeiningar, teldutøkt frálærutilfar og amboð at arbeiða við.

Nærri upplýsingar um skápið fáast hjá Jarðfeingi og til ber at bílegga eitt skáp til skúlan hjá Námi.