12.10.14

Homo Communicatus


Í kvøld varð fyrsta Sjá-sendingin við sjarmerandi og vælupplagda Heina í Skorini í sjónvarpinum. Einfalt format, har einki uttan samrøðan er í fokus, sjónvarpssamrøðan, sum vit fyrst og fremst kenna frá norska Fredrik Skavlan. Ein vertur og ein gestur í senn. So hvørt gestirnir eru avgreiddir, flyta teir stól og ein nýggjur kemur inn. Eitt formaterað format. Fyrstur var múgvandi vinnulívsmaður við sjáldsamum visjónum, Poul Hansen, sum greiddi frá um aktuellu Dimmu, men eisini um ein truplan biolog á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, síl og bleikju. Kundi hugsað mær at hoyrt nærri um hesa bleikju, sum eg ikki kenni. Sindur tungt prát og aftaná varð interviewoffrið sett í skammikrók, meðan hini tosaðu, uttan at hann slapp ella varð drigin uppí kommunikativa spælið. Nokkso absurd. Tí hann gjørdi meg forvitnan, Poul. So komu tvær kvinnur, Jensina Olsen og Eva Maria Brynhildardóttir. Báðar aktuellar, Jensina við leikinum Orsaka! á Tjóðpallinum og Eva Maria sum Sandy í Grease í Norðurlandahúsinum. Men aktualiteturin var sum einki at rokna mótvegis persónligu søgunum, fyrst alkoholismu hjá pápanum og síðani kynsliga misnýtslu, framd av biologiska pápanum og fortald av misnýttu dóttrini sjálvari. Beint fram skakandi. Í hvussu er eitt sunnukvøld eftir fleiri borgarligar konfirmatiónir við róma og fromasju. Í øllum trimum prátunum legði eg til merkis, at verturin gav sær góðar stundir at nevna, at tey høvdu tosað saman frammanundan. Hetta vísir greitt, hvussu seriøsur verturin er, og at hann ger vart við, at hann arbeiðir okkara vegna. Og so er Heini allan vegin ein frálíkur samrøðupartnari, nærlagdur og nærverandi. Tá eru bestu fortreytir longu skaptar fyri góða prátinum. At trupul evni verða blakað inn á pallin, ger upplivingina eitt vet saftigari. Avbjóðingin er so at sleppa undan, at vit fara at sussa um álvarsmál. Og hóast vit kunnu skýra tað einki annað enn talking heads, tá fólk bara síggjast tosa á skíggjanum, so er júst hetta, talking heads, kjarnin í øllum fjølmiðlaðum formatum í øllum miðlum í øllum londum til allar tíðir. Homo Communicatus. Eisini vit eiga at hava eina tílíka sending, hvørt sunnukvøld, einki minni. Gleði meg longu til næstu samrøðutrio hjá Heina í Sjá.